- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{1:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - ARBEIÐIÐ Nr. 1. 14. juli 1934 - ARBEIÐIÐ - Týskland - Redaktori

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

        Keypið hjá teimum, ið        
lýsa hjá okkum
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 14. juli 1934

Adolf Hitler.
Adolf Hitler.

Týskland á tromini til upprei....

——

Hitlerstýrið i miklum vanda

——
Mordarnir mýrða hvønn annan — Hitler og
Goering drepa sínar felagsbrotsmenn
Hindenburgh keypur von Papens lív
við at takka Hitler

——
Fritz Heckeri fekk rætt í sínum spádómi
um at Hitlerstýrið vil koma at detta
um síni egnu lík


Seinast í juni mánað og inn í
teir fyrstu dagarnar av juli, hevur
Týskland verið úti fyri einari
uppreisn av Hitlers egnu monnum,
ið næstan hevði kappstoytt tað
fascistastýrið, ið nú nærum
hálvtannað ár hevur drivið sítt
harðræði og morðræði í hinum fyrr
so mentaða Týsklandi. —

„Der Fuhrer“, harra Hitler, frætti
at SA-tropparnir í München høvdu
í ætl at koyra allar teir ráðandi
frá og taka ræðið í Týsklandi —
sviknir sum teir vóru av øllum
teim skrólandi lyftunum, ið
trýmenningarnir Hitler, Goering og
Goebbels høvdu givið. Men
onkur man hava smettað, tí Hitler
tók sjógv á bakið, slapp sær til
München við einum loftskipi og
byrjaði við tað sama at jakstra,
hondtaka og fyrireika kalt
mannadráp á sínar egnu menn. —

Goering og Hitler leiddu
atsóknina, og mangir av teirra
kunningum og vinum, mátti lívið lúka.
— v. Schleicher, ið var ein av
høvuðsmonnunum til at hjálpa
nazi-monnum til ræði, varð dripin
heima hjá sær sjálvum — og
hansara unga kona, ið vildi verja
hann, fall fýri teirri somu
mordarkúluni.

SA-leiðarin Røhm varð
hondtikin, samaleiðis Fehme-mordarin
Heines (ein av
Liebknecht-mordarunum). Nøgdin av teim leiðandi
SA-monnunum vóru fongslaðir.
Eisini von Papen, ið hjálpti
Hitler til stýrið, var fongslaður, tí
eisini hann ætlaðist at hoyra til
„opposisjónina.“

Hitler og Goering gjørdu stutta
„prosess“ við sínar
felagsbrotsmenn: teir vóru niðurskotnir
uttan nakran dóm! — At talið av
teim myrdu kemur til hundrað og
kanska meir, er einki at ivast í.
Móðir til ein av SS-monnunum
— tað vóru hesir, ið høvdu í
„uppgávu“ at besyrgja morðini —
sigur at sonur sín kom heim seint
eina náttina, heilt sansaleysur og
tveitti seg niður og segði, at hann
„hevði verið við til at skotið 15
sakleysar menn niður í nátt.“ —
Ja, sjálvt SS-menninir vamlast og
gerast sansaleysir! —

Morðið á von Schleicher hevur
vakt miklan harm innanfyri
ríkisvarnaðarliðið (Reichswehr), og
hansara menn og vinir rópa:
„Hevnd yvir mordarnar!“ Eisini
innanfyri SA er mannahugsanin
hóttandi, sum hetta gøtu-uppslag
í Berlin sigur frá: „SA-menninir
skulu hevna teir felagar, ið Hitler
hevur latið dripið. Troystið
tykkum skurkar, tá ið hevndartímin
slær!“

Úr tí „offisiella“ Týsklandi
frættist, at har nú er friður og eingin
fári. President Hindenburg hevur
takkað Hitler fyri, at hann hevur
bjargað Týsklandi frá undirgangi.
— Men hann hevði neyvan takkað
brotsmonnunum, sum hann hevur
gjørt, um ikki tveir av hansara
næstú frændum og von Papen
vóru á listanum yvir teir, ið
Hitler og Goering skuldi rudda
burtur. Fyri at bjarga hesum trimum
hevur hann skrivað undir tøkkina
sum Hitler sjálvur hevur skrivað.

Men avgjørt er, um vandin hesi
ferð sær út til at vera horvin, so
er hann bert horvin fyri at venda
aftur, og tá: Troystið tykkum
bøðlar, tá ið hevndarstundin slær!

Fyrrverandi týski
ríkisdagamaður Fritz Heckert segði í sínari
frágreiðu um standin í Týsklandi,
1. apríl 1933: „Fascisman í
Týsklandi kann ikki setast javnt við
fascismuna í Italiu, tí meðan
fascisman í Italiu kom upp meðan
peningaviðurskiftini vóru batnandi
og Itala sum sigurharri kom heim
aftur úr krígnum og ongan
politiskan bevísstan arbeiðaraflokk
hevði, so kemur hin týska
fascisman fram í niðurgangandi
peningatíð í einum landi, ið var
sligið í krígnum og gekk undir
harðar treytir — og Týskland eigur
ein bevístan, gott organiseraðan,
politiskan arbeiðaraflokk við yvir
5 mill. limum.“ Har aftrat sigur
Fritz Hechert, at tað bert er ein
spurningur um tíð, hvussu leingi
tað hitlerska óstýrið vil vera ment
at halda teymarnar, tí leingi kann
tað ikki vara til fólkið vaknar og
kennir seg svikið. Og
uppreisturin vil byrja í Hitlers egna liði.
„Hitlerstýrið vil fyrr ella seinni
detta um síni egnu lík.“

Fritz Heckert fekk rætt, ella
rættari hann fær rætt. Tað, ið nú
hendir í Týsklandi, sigur Fritz
— — —

Stjórnað av eini nevnd. — Ábyrgdarmaður: Ingv. Jacobsen. — Prentsmiðja Tingakross.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0004.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free