- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{3:1}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

X
#"
TÓRSHAVN . W
ARBEIÐIÐ
OGNARLEYSU FYLKIST

Nr. 3.
Leygardagin 11. august 1934
1. árg.
Havn í Klakksvík
—o—
Jú takk, gaman í
—o—
Gestirnir hjá Stauningi komu
heim við fullum posa. Tað var
vorðið sum. Teir stoyttu úr pos-
anum, tað fór í „Dimmuna", í
„Kross" og í „Kratin".
Onkur varð bilsin yvir úrslitið
og onkur kanska eitt sindur snóp-
in. Men har skuldi einki verða at
gera við, tí Stauningur segði, at
tað skuldi soleiðis vera — og so
varð. Oestirnir tóku við øllum,
íð kundi fáast, og so gjørdist
s’gu ikki meira.
Millum alt tað nógva, ið var í
posanum, og nú er stoytt burtur
úr, var Havnin í Klakksvík, onkur
sigur kanska havnin hjá Óla, men
neyvan var hon ætlað til nakað
framíhjá hjá honum.
Havn í Klakksvík hevur sjálv-
andi ta størstu „interessu" ikki
einans í Klakksvík, men í Norð-
uroyggjum. Tað hevur tí eisini
verið dúgliga talað og heitt á hitt
háttvirda løgting um at skaffa
Klakksvíkini eina skipshavn, nærri
sagt eina fiskaríhavn. Men lítið
hevur borið til, og eingin havnin
er komin enn um norðingar tóku seg
saman og sendu Óla inn á ting.
Tá ið nú Óli og allir hinir skyld-
menninir, komu aftur frá Staunin-
gi og høvdu havnina í Klakksvík
í posanum, so hevur onkur verið
so forelskaður ikki bert í Óla,
men eisini í posanum — posan-
um við havnini í Klakksvík. Men
man hetta nú ikki hava verið tað,
ið nevnist „Forelskelse ved første
Øjekast" ? Helst man tað vera so.
Nú heyur Andrass Sámalsson
stoytt tað úr posanum, ið ligið
hevur eftir á botninum — og tað
er einki at ivast í, at mong gera
stór eygu — og tað ikki bara í
Klakksvík — Stauning strýkur sær
um skeggið og flennir smørliga.
Andr. Sámalsson hevur nemliga
ein dagin í løgtinginum sagt beint
tað, ið vit óttaðust fyri. Hann
hevur sagt, at løgtingsmenninir
vóru noyddir at taka við tilboð-
inum um, at Klakksvík skuldi fáa
sína havn, ið harðliga tørvaði, hó-
ast m i n i s t e r i i ð f a s t h e 11
sínastøðu frá í fjør, at
staturin ikki vil ganga
viðtil at lata Klakksvík
f á a t a n n e i n a f i m t i n g i n
til láns undir lagaligum
treytum, fyri at kunna
gjalda teirra part. Her
skoytir so Andr. Sámalsson uppí:
So má Klakkvík fáa sær teir pen-
garnar uppá onkum annan
m á t a !
Har lá so alt fyri einum smelli:
roynisbragdið hjá Óla í Skúla,
hentasta sendiferðin til Stauning,
tað sum var hitt avgerandi í allari
semjuni. Stutt sagt h ø v u ð s -
s t u ð u l i n í t í u n d i r s k r i v-
aðu semjuni stendur á
ongum botni.
Tað er rætt at halda hetta fram,
t í løgtingið — sjálvstýrismenn og
javnaðarmenn — garanteraðu fyri
einum stórum láni til Klakksvíkar
kommunu (sambandið var í móti).
Seinni hevur løgtingið verið kravt
at gjalda rentur og avdrátt, tí
Klakksvíkar kommuna ikki orkaði
at greiða síni foi pliktilsir. Og t í
peningarstøðurnar søgdu, tá ið
krepputingið var saman, at løg-
tingsins garantiur var so lítið
verdur, at tað illa kundi lánast
nakrar túsund krónur uppá hann,
hóast løgtingið tá tørvaði meiri
enn stórthundrað túsund krónur.
Tá ið soleiðis var, og einki er
batnað við teim peningaligu við-
urskiftunum, er tað einki annað
enn tað púra „bluff", sum maðu-
rin segði — at billa veljarum í
Klakksvík ella Norðoyum inn, at
nú kemur havn í Klakksvík. Tað
einasta — og tað eru lítil líkindi
til — er, at løgtingið ikki bert
vísur á hvar Klakksvíkar
kommuna kann fáa pen-
i n g i n f r á, men eisini g e r ú t-
vegir fyri, at Klakksvík
fær henda pening, og tað
má gerast á ð r e n n løgtingið
samtykkir henda lovsungna „Fi-
nans-plan". Verður hetta ikki gjørt,
ja, ja, so er tað heila „bluff", t í s o
fær Klakksvík onga havn.
KOLLVELTINGARROYNDIN
í EYSTURRÍKI
Teir nazistisku ríksdagsbrandrøvararnir ætlaðu at fáa nýggjan
verðaldarbardaga til útbrot við at myrda Dolfuss
Ein óræddur stríðsmaður fyri
arbeiðaraflokkin, ungararin Bela
K.un, skrivar hesi rámandi orð um
standin í Wien:
Skotið í Wien kann føra til
hitt nýggja Serajevo.
Drapið av tí eýsturríkska kansl-
aranum — knappliga 20 ár eftir,
at hin fyrsti imperialistiski verald-
arbardagi byrjaði — kann føra til
eitt nýtt Serajevo. Tá ið tað ikki
longu er hent, skyldast tað ikki
einans veikleika Eysturríkisins.men
í fyrstu syftu friðarpolítikki Sovjet-
uniónsins og tað mikla arbeiði, hin
internasjonali arbeiðaraflokkurin
avrikar til forðan og doyvan av
teim imperialistisku kríggsflokkum
og teirra starvi, ið einans botnar
í einum nýggjum veraldarbardaga.
Teir nazistisku ríksdagsbrand-
røvararnir: Hitler, Gøring og Gøb-
bels, royna av øllum alvi at virka
fyri einum nýggjum bardaga. Tað,
sum í dag er miseydnast teim,
kann kanska afturvinnast í morgin.
Til eru ivaleysa nógvir nazistiskir
morðarar og ævintýrarar (Morð-
attentatið á politikommisserin í
Saarbriicken ber prógv um hetta)
og til eru ivaleysa nógvir smáir
státar í Evropu, har bardagin kann
fáa eina hóskandi byrjan.
Drápið av Dollfuss var einki
tilfelli.
Tað hava nazisfarnir fyrireikað
í langa tíð. Tað er skerpingin av
innanhýsis mótsetingum í tí týska
yvirklassanum og skerpingin av
kreppuni innanfyri ta týsku nazis-
muna, sum noyðir ríksdagsbrand-
røvararnar til støðugt meira frek
uttanríkspolitisk ævintýr.
(Framhald á 4. síðti).
„llt eyga ..."
—o—
Tá ið „Føroya Social Demo-
krat" fyri 4. august loyvir sær at
spyrja, hvørja uppgávu blað
okkara hevur, so vita øll, at hes-
in spurningur einans er framsett-
ur fyri um møguligt at minnka
um blaðsins virði. Gud og hvør
maður veit, at „Arbeiðið" er eitt
arbeiðarablað, tað einasta, sum
finnst í Føroyum; og gjølla hava
vit greitt frá okkara stevnu í
blaðsins fyrsta nummari.
Men „ilt eyga skal einki gott
sja", og tað er fatiligt, at „F. S.
D.", sum hevur varðveitt s í n a
uppgávu til skamm og skendsil
fyri hin føroyska javnaðarflokkin
og arbeiðararnar her á landi —
nú sær við illum eygum til „Ar-
beiðið", fryktandi fyri, at vit koma
til at hapsa onkrarj haldara frá
blaðnum ella volda tí bága á ein-
hvønn hátt. — Vit skulu tó troysta
teir nýggju blaðstjórarnar av „F.
S. D." við at siga, at ein slíkan
tanka hava vit ongantíð havt.
Nakað annað er, at „Arbeiðið",
sum jú er talsmaður fyri hin
minni menta — fiskarin og ar-
beiðarin — her á landi, í sínum
umrøðum av arbeiðarans korum
og krøvum av og á kanska kem-
ur at prika á slík støð, sum „F.
S. D." og tess blaðsrjórar helst
kundu ynskt „tabu" yvir.
Tað er aldeilis óneyðugt at
spyrja, um „Arbeiðið" er sosial-
demokratiskt, kommunistiskt ella
„kanska púrt einki." Blaðið er um-
boðsmaður fyrí arbeiðaraflokkin,
og henda týdning skal tað ikki
eydnast „F. S. D." at minnka um.
Um vit annars skuldu farið
yvir til at sett spurningar fram
fyri hvørjum øðrum, kundi tað
verið meira forvitnisligt at fingið
at vita, hvat „F. S. £>." við síni
nýggju blaðstjórn „man ætla særa ?
At hin føroyski arbeiðarin —
eins og teir fáu, ærligu javn-
aðarmenn, ið finnast her heima —
hevur alla grund til at ivast um
tann týdning, „F. S. D." skal eit-
ast at hava fyri „frælsi, javnað og
bróðurskap", tað sigur seg sjálvt.
Útgivið sum „F. S. D." verður
við reinum donskum peningi, má
tað í fyrsta føri varðveita hina
donsku interessuna, og tað ræður
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 02:52:49 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/arbeidid/0009.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free