- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{3:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjá teimutn, ið
lýsa hjá okkutn
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 11. august 1934
Alt vinnandi fólk í Før-
oyutn tná halda
ARBEIÐIÐ
Hitt ræðuligasta
kríggið fyri
burgeisaliðið
Tað eru summir, ið vilja halda,
at tað er neyðugt at føra eitt røv-
ara-kríggj móti Sovjetsamveldin-
um, teir vilja knúsa Sovjetsam-
veldið, skifta landið millum sín og
skaffa sær størri vinning, við at
lemja tað fólk, ið her býr. Tað vil
vera tápuligt at billa sær inn, at
tað bert eru nakrir kríggsgalnir
embætismenn í Japan, ið hugsa
soleiðis. Vit vita, at henda sama
hugsanin ger seg galdandi millum
politiskar førarar í nøkrum lond-
um í Evropa, og tað verður ar-
beitt fyri at fáa hetta røvara-kríg-
gið í lag.
Latið okkum hugsa okkum, at
hesir menn førdu sína ætlan út í
verk. Hvat kann úrslitið koma at
verða? Tað er neyvan nakar sum
ivast í, at eitt slíkt kríggj vil koma
at verða tað ræðuligasta, ið henda
kann fyri burgeisaliðið í teim ka-
pitalistisku ríkjunum. Tað vil koma
at verða tað ræðuligasta, ikki ein-
ans tí, at alt hitt arbeiðandi fólki
í Sovjet-samveldinum vil stríðast
við lív og deyð fyri tí, ið vunnið
varð við uppreistrinum: alræði
arbeiðaranna og øll tey sosialist-
isku framstig, ið gjørd eru síðani
er kríggj móti
Sovjet-
samveldinutn
sigur Stalin
og framvegis verða førd í verk.
Hetta vil eisini verða tað ræðulig-
asta kríggj fyri burgeisaraliðini,
tí tað ikki bert verður kríggj í
eldreglunum við frontin — men
eisini inni í landinum aftanfýri
eldreglurnar. Burgeisaraliðini hava
ongar grundir til at ivast í, at hin
talsterka múgva av vinum av ar-
beiðarunum í Sovjet-samveldinum,
bæði í Europa og Asia vilja seta
alt inn uppá at falla sínum kúg-
arum í ryggin, táið teir byrja sítt
brotsverk við at føra røvara-kríggj
móti Sovjet-samveldinum — fostur-
land teirra ognarleysu. Og bur-
geisaliðini skulu ikki geva okkum
skuldina, um tað aftaná eitt slíkt
kríggj koma at saknast nøkur
ríkisstýrir, sum „av Guðs náði"
sita á stjórnarpøllum í dag.
Fyri 15 árum síðani var tað
ført eitt slíkf kríggj móti Sovjet-
samveldinum. Hin hátt metti
Churchill nevndi hetta kríggj „14
landa herferðin". Hetta kríggj
samlaði túsundtals arbeiðarar úr
ymsum londum, sjálvkravdar hetj-
ur, ið við sínum lívi vardu teirra
arbeiðara- og bóndafosturlund
móti teim sameinaðu kapitalistisku
rókreftunum. Hetta kríggj endaði
soleiðis, at ránsmaktirnar vórðu
fram riknar út úr landinum, og
ymsastaðni í Europa stovnaðu ar-
beiðarar „framsóknarnevndir". Tað
er neyvan nakar, ið ivast í, at eitt
nýtt kríggj móti Sovjet-samveld-
inum vil føra til avgjørt tap fyri
atsóknarmenninar, við arbeiðara-
uppreistri í fleiri londum í Europa
og Asia og burturrudding av
burgeisa- og góðseigarastýrunum
í hesum londum.
Kríggsørskapurin er ætlan teirra
ráðleysu burgeisaflokkana — teir
búgva seg til einki minni enn sjálv-
morð.Teirra sterka síða er ikki klók-
skapur og prógvar teirra mótloysi.
Um burgeisaflokkarnir velja kríg-
gið sum einasta leið burtur úr
kreppuni, so vil arbeiðarafólkið í
teim kapitalistisku londum, ið er
knógvað og pínt av 4 ára kreppu
og arbeiðsloysi, venda sær inn á
uppreisnisleiðina. Hetta vil siga,
atuppreisnisaldan nærkast og brýt-
ur harðliga frameftir. Jú meira bur-
geisaflokkarnir vevja seg inn í sínar
kríggsfløkjur og jú oftari arbeiðarar
og smábøndir við voldum verða
kúgaðir,tess meira ferð fær uppreis-
nisaldan og harðari brýtur hon.
Kollveltingin...
(Framhald frá 1. síðu).
Berlin boðar um tær eystur-
ríksku hendingár — fratnm-
anundan.
24 tímar áðrenn nazi-kollveltin-
gin byrjaði, boðaðist frá Berlin,
at nú vildi fyriberast sensasjonell-
ir tilburðir, og alt propaganda-
starv nazistanna varð — sama dag
sum Dollfuss varð myrdir — hil-
dið í allarmtilstand, fyri at Gøb-
bels og hansara menn kundu var-
pa út tíðindini um stórsigur nazist-
anna um allan heimin.
Hetta broytist ikki harav, at ríks-
dagsbrandóvættini nú — eftir at
kollveltingin fór í hundarnar —
hava sagt seg leys frá teirra morð-
røvarum. Tað, teir nú royna, er —
eins og aftan á ríksdagsbrandin
— at leggja ábyrgdina fyri koll-
veltingina yvir á herðarnar á ein-
um triðja persóni.
Dollfuss var bøðilin móti tí
eysturríkska arbeiðaraflokkinum.
Frá tí eysturríkska og øllum hin-
um internasjonala arbeiðaraflokk-
inum verður deyði hans fylgdur
við einum gløðandi hatur. Men
kortini verður drápið av Dollfuss
eitt signal fyri hin internasjonala
arbeiðaraflokkin. Tað er ríksdags-
brandrøvaranna royndarleikur upp
á nýggj, ræðulig morð innan- og
uttanfyri Týskland ; nýggjar, stór-
ar ósemjur eru beinvegis væntan-
di, og tað svára fyrireikingar-
arbeiðið til hin nýggja bardagan
fer kvikliga fram.
Drápið av Dollfuss prógvar, at
nazistarnir ikki aftrast nakað fyri
at fáa hin nýggja bardagan í lag.
Tá ið yvirklassin vegna kreppuna
kann koma so vítt, at hann er
tvingaður til at leggja makt sína
í hendurnar á einari ævintýrar-
bandi, so heldur einhvør normal
ætlan av teim politisku hending-
um uppat av sær sjálvum.
Arbeiðaraflokkurin má vera
fullvakin og samsintur.
Hendingarnar í Eysturríki og
Estlandi týða til, at yvirklassin í
Týsklandi gav nazistunum ræðið
upp í hendur einans fyri at gera
álvara av plánunum um eitt nýtt
kríggj.
Tann ið ikki vil ein nýggjan
blóðbardaga — ræðuligari enn tann
fyri 20 árum síðan — má fata
signalini úr Eysturríki og Estlandi.
Arbeiðaraflokksins semja og sam-
hald um allan heimin til bardaga
móti nazismu og teim ídnu fyri-
reikingarroyndum av tí imperialist-
iska kríggsblóðbaðnum — tað
eru teyboð, ið nú krevj-
ast!
Hindenburg deyður
—o —
H i 11 e r velur seg sjálvan til:
President og kanslara, Gud
og hægsta dómstól og
yvirbøðil.
—o—
Verðin er í spenning og øsing.
Dolfuss myrdur, Mussolini á rok-
inum og hin socialdemokratiski
presidenturin Hindenburgh
er deyður. — Kríggj kann vænt-
ast hvørja løtu. Rýkisstýrið í Týsk-
landi helt náttarfund, avgjørdu eina
nýggja ’óg. ið leggur president-
embæti og mong onnur bøðils-
veldismál í hendurnar á Hitler.
Lógin kom í gild meðan Hin-
denburgh andaðist
Stjórnað av eini nevnd. — Ábyrgdarmaður: Ingv. Jacobsen. — Prentsmiðja Tingakross.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 02:52:49 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/arbeidid/0012.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free