- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{4:1}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjáHh AMTS fí(5
X TÓRSHAVN ^V
ARBEIÐIÐ
OGNARLEYSU FYLKIST
Leygardagin 25. august 1934
1. órg.
Stauning kallar
Føroyar betala
—o—
Hvussu ofta hevur tað ikki van-
virðisliga verið kastað okkum
Føroyingum — bæði av dønum
og føroyingum — at vit kunnu
saktans, tí: Danmark betal-
i r ! Hesin sjongurin hevur Ijóðað
í fleiri ár, og hann Ijóðar enn. Fá-
ir eru teir Føroyingar, ið hava
ansað hvussu nógv av tí, ið Dan-
mark betalir til Føroyar, verður
nýtt har ið Danmark betalir til
Danmark. Sum t. d. embætis-
mannaiønir, sjóverju (ja, Gud
hjálpi okkum fyri sjóverju), út-
sendum verkfrøðingum í havna-
og vegamálum, granskan av bún-
aðarviðurskiftum við vísindaligum
eftirliti o. s. fr., o. s. fr. Snóra-
beint at siga hvussu nógv av tí
peningi, ið Danmark betalir til
Føroyar, fer í danskar lummar,
eru vit ikki førir fyri at siga, men
tað er nógv, ja, so nógv, at tað
hevði verið tøkur peningur, um
hann kundi fingist til landsgagn-
lig mál her heima hjá okkum.
Nú um dagirnar sá tað soleiðis
út í Løgtinginum, at fólk vóru
farin at halda, at nú er komin
tann broyting í, at nú er tað
Danmark — ella rættari Stauning
— ið orðnar, men Føroyar, ið
skulu betala.
Har vóru á tingi tvey fíggjar-
mál til viðgerðar, ið eina og áleina
eru framkomin av Dana voldum,
teirri núsitandi stjórnini, bara tí
teimum hógar væl at vera tvørligir
og óbeinasamir. — Hitt fyrsta
peningamálið er framkomið vegna
„finans"planin(!) ið ríkisstýrið kall-
ar hin knýtta nevan, ið tað sendi
Løgtinginum í 1931. Hitt seinra
kemur áleina av teirri orsøk, at
tað aldri so leingi ið Føroyar
hava siglt saman við Danmark,
hevur sitið eitt so forbeinað og
afturhaldandi ríkisstýri, sum tað
ið nú situr í Danmark — útging-
ið av tveimum „demokratiskum"
flokkum, (ja, Qud hjálpi okkum
fyri „demokrati"). Tað var vegna
ferðalag hjá manni, ið ministeriið
hevði orðnað at fáa til at kanna
um havn hjá Føroyingum í Grøn-
landi.
Tá ið Stauning sendi boð eftir
monnum til at tingast við hann
— burtursæð hvat tramin ið er
skotið honum in at tingast um —
so skuldi tað verið sjálvandi, at
tann sum Stauning representerar,
hin kapitalistiski danski staturin,
betalir allar tær útreiðslur ein slík
tinging kostar. — Tá ið Stauning
sum representantur fyri hitt konga-
liga monopolið í Grønlandi, sendir
boð til Føroyar fyri at fáa tveir
skilamenn til at fara upp til Grøn-
lands fyri at hyggja Føroyingum
eftir einari nýtuligari havn, so
skuldi eisini tað verið sjálvandi,
at tann „institusjón", ið Stauning
her representerar, betalir allar tær
útreiðslur, ið eitt slíkt ferðalag
kostar hesum monnum.
Men nei, og aftur nei. — Stau-
ning orðnar — og Føroyar skulu
betala.
Ferðagjaldið og kostarhald og
dagpeningar til teir løgtingsmenn,
ið Stauning sendi boð eftir, hevur
nú løgtingið samtykt at betala úr
„Færø Amts Repartitionsfond" við
tilsamans 3545 kr. — næstan
hávtfjórða túsund krónur.
Ferðagjaldið og allar aðrar út-
reiðslur til annan mannin,ið Stau-
ning vildi hava til Grønlands — kr.
1.344,00 — hevur Løgtingið sam-
tykt at betala úr „Færø Amts
Repartitionsfond". Onktir vil kan-
ska av hesum halda, at so hevur
Stauning tó kortini betalt fyri ann-
an mannin, men so er ikki: Hitt
føroyska tryggingarfe-
1 a g i ð f y r i f i s k i s k i p, hev-
ur betalt allar útreiðslurnar fyri
hin mannin.
Vit hava hikdið tað verið vert
at drigið hetta fram, tí hetta er
ikki fyrsta ferð og verður væl
ikki seinasta ferð at slíkar løgnar
framferðir henda!
Stauning kallar — Føroyar
betala.
Sannlcikin
At tað alt ov leingi hevur verið
tørvur á at fáa á stovn eitt f ø r-
oyskt arbeiðarabIað í
Føroyum er eyðvitað. Og tað
var eisini í tí treysti, at føroyskir
arbeiðarar og fiskimenn tóku lógva-
tak saman fyri at útgeva „Arbeiðið",
sum nú verður sent runt um Fø-
royar hvønn fjúrtanda dag.
Okkara blað er ungt og væl
ikki so stórt enn, sum eftirynskj-
andi kundi verið, men tað eigur
megi — góðar kreftir — m e n n,
sum uttan viðurlag á nakran hátt
fyri starv teirra, ganga upp í teirra
arbeiði eldhugaðir og óræddir. Ar-
beiðarafólksins mál er okkara mál.
/ øllum ýørum kunnu vit føroysku
arbeiðarar og fiskarar framseta
okkara hugsanir og áskoðanir í
„Arbeiðiða. í øllum lutum stendur
„Arbeiðiðu við liðina á okkum og
verjir okkara krøv og talarokkara
sak.
Vit vita, at tað er stórur mis-
vøkstur og rotinskapur her á landi
eins og í øðrum londum; men
skuldina fyri tí ráðandi óskili og
órættvísi, hvareftir tann „flokkura
í samfelagnum, ið tykist at vera
„borin" til at liva á lívsins sólar-
síðu, ríkar seg upp av tí peningi,
sum hin strevandi arbeiðarin á
landi og sjógvi vinnur, og soleiðis
á t t"i at uppiborið, — s k u 1 d i n a
eigur ikkihin føroyski
fiskarin og arbeiðarin!
Vit vita eisini, at tað er eitt
s t ó r t arbeiði, ið „Arbeiðið" hev-
ur byrjað við soleiðis at vilja tala
arbeiðaranna sak og verja teir
móti tí órættvísi, sum íeir eru
komnir at liva undir takkað verið
teimum harrum, sum ráða fyri
borgum og hvørs hægsti lívsvís-
dómur er: „Vertin á hvat annar
fær, eg skal nøra at mær!" Men
júst tí, at arbeiðið er stórt, vilja vit
starvast fyri tí. í samhaldi kann
nógv røkkast, og tá ið arbeiðara-
fjøldin, ið er tann størsta makt á
foldum, gongur saman um tey
stóru málini, er tað einki, sum
kann verða henni til forðan á
nakran hátt.
Ómetiliga harður og beiskur er
tann bardagi, sum Føroya arbeið-
arar og fiskimenn mugu ígjøgn-
um fyri at vinna so frægt av pen-
ingi, ið teir kunna liva fyri. Ikki
er tað løgið, at hin arbeiðandi
maðurin, við stórari familju gong-
ur tí komandi degi í móti við ótta
og tungtim huga. Men lívið má
livast — og hvør tann, ið
arbeiðir, eigur rættin til
a t I i v a ! Hesi boð verða nú av
arbeiðarafólksins hetjum og óræd-
du stríðsmonnum varpað út um
allan heimin, og tey skulu vinna
viðhald í okkara blað. — Ósigiliga
leingi hevur hitt arbeiðandi fólkið
um alla verðina verði hildið niðri
í svartastu óvitsku um tey somu
samfelagsins viðurskifti og enn á
døgum verður roynt at innføra
miðøldargamlan „kultur" í viss
lond — Týskland ikki at gloyma.
Men lítið batar einstøkum røvar-
um og blóðhundum at kúga fjøld-
ina. Tað er vísindaliga og søgu-
liga prógvað. Eina stutta tíð kann
tað tó ganga, men heldur ikki
longur. Tann dagur er nevniliga
ikki langt burtur nú, tá ið alheims
arbeiðarafjøldir reisa seg til endi-
liga mótverju móti teim rotnu
samfeløgum — eins og Sovjet-
samveldið. Sterkari enn nakrantíð
áður ljóða í dag loysunnarorðini:
Arbeiðarafólksins frælsi skal verða
arbeiðarafólksins egna verk!
* *

*


Á somu tíð sum vit altíð vistu
frammanundan, at arbeiðarafólkið
í Føroyum vildi fegnast og gleð-
ast yvir, at tað endiliga eydnaðist
at geva út e i 11 f ø r o y s k t a r-
beiðarablað fyri Føroy-
ar, vóru vit klárir yvir, at tað
eisini vildi finnast ein og onnur
„banda" í skýmaskotum her á
landi, sum av „g ó ð u m" grund-
um ikki kundi taka lut í arbeiðara-
fólksins gleði yvir „A r b e i ð i ð".
Tað undrar okkum tí ikki, at
„Føroya Social Demokrat" (við
síni nýggju blaðstjórn) longu
roynur at gera fúl álopá „Arbeið-
ið".
1 seinasta nummari av t í blaðn-
um er ein grein at finna, har teir
ný&gju blaðstjórarnir harmast yvir
at „Arbeiðið" ikki „við einum
orði" sipaði til teirra blað, tá
ið „Arbeiðið" á fyrsta sinnigreid-
di frá teim arbeiðara- og fiski-
mannabløðutn, ið áður hava verið
útgivin, men sum av ymsum at-
voldum hava hildið uppat aftur.
Sum øllum hugsandi fólki skil-
ligt eru tað einans „turr tárir", ið
tað sosialdemokratiska blaðið her
oyðir burttir —, og var tað kann-
ska beinari ikki at virt hesum aft-
ursvar. — Eitt skulu vit tó sláa
f a s t við tað sama, og tað er,
at „Føroya Soc. Dem.a ongantíð
hevur havt líkindi til at gerast
føroyskt arbeiðarablað fyri Føroy-
ar! Tað má ikki gloymast, attað
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0013.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free