- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{5:2}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Nr. 5.
A R B E I Ð I Ð
8.
)tember 1934
ARBEIÐIÐ
— Kemur annanhvønn leygardag —
Haldaragjald:
25 oyr. um mánaðin
75 oyr. - fjórðingsárið
— Postpeningur umframt
Lýsingarprísur:
7 oyr. fyri m. m.
Avsláttur fyri størri -
standandi lýsingar.
Avgreiðsla hjá ritstjóranum, har
haldarar kunna tekna seg og lýs-
ingar verða sendar.
Adressa:
ARBEIÐIÐ
Tórshavn
Lø g t i n g i ð
og
r o s s i n i
—o—
Føroya Búnaðarfelag hevur í
brævi av 24. juni í fjør heitt á
løgtingið um at fáa í lag, at ross
ikki fáa loyvi at ganga í felags-
mark og -haga í tíðini frá 14. des.
til 14. apríl.
Búnaðarfelagið grundar sína
áheitan við, at sum viðurskiftini
erú nú, doyggja ross í vánaveðri,
tí tey fáa ov lítið at eta. í fleiri
tilfellum eru hildin ov nógv ross,
og tey volda, at hagin verður so
avbitin, at tað gongur útyvir seyða-
og neytahaldi á hesum støðum.
Nógvir dugnamenn innanfyri før-
oyskt jarðabrúk hava ført vitnis-
burð, ið byggjur á 35 ára roynd
í rosshaldi, um hvussu nógv bet-
ur tað loysir seg fyri eigarnar at
hava rossini inni um veturin.
Uppskotið frá løgtingsnevndini
sær soleiðis út:
„Tinget finder for Tiden ikke
tilstrækkelig Anledning til at fore-
slaa indført andre Bestemmelser
om Rossehold, end hvad der inde-
holdes i Kapitel 4 i Haugeloven
af 23. Februar 1866."
Nei, so er. Hugurin til at broyta
gamalt ólag tykist ikki at vera
hjá hesum tingi.
HER HEiMA
Hitt myrka ljósið
í tí seinastu tíðini, nú summarið reið-
iliga er farið at halla, er ólag komið á
Ijósverkið í Havn. At hetta ikki áleina
ger tað trupult at nýta kvøldini til at
lesa í, sígur seg sjálvt, tí tá ið hesin
streymur eisini verður nógv brúktur til
arbeiðsstreym, so skilja øll hvussu ólag-
aligt tað er. Næstseinasta fríggjakvøld
og tað sama seinasta mánakvøld varð
Ijósið knappliga so myrkt, at fólk illa
sóu hvønn annan í somu stovii. Á ar-
beiðsstøðum, har maskinur eru drivnar
við elektrisitet, gingu maskintirnar ikki
við meira enn hálvari ferð. Hetta er
bæði ólagaligt og ófantaligt.
Skattatreytirnar
Tað verður við rætti framhildið at
skattatreytirnar viðv. kommunalum valum
eru órættvísar. 1 løgtinginum hevur ikki
borið til at fingið hetta broytt hvørki
undir tí núverandi ella fyrrverandi fleir-
tali. Tó hava tað verið fleiri tingmenn
í løgtinginum, sum hava viljað verið við
at tikið skattatreytirnar frá sum til dømis
í tí danska ríkisdeginum, har eitt líkn-
andi uppskot varð borið fram av arbeið-
araflokkinum, tí tað fekk bara 2 stemm-
ur (Arbeiðaraflokkurin).
Hetta løgtíngið, ið nú situr, samtykir
uttan at blunka at sláa skattatreytirnar
enn fastari, við at skoyta uppí gr. 2 í
lógini „og har svaret hele sin forfaldne
direkte Skat til Kommunen".
Ov nógv afturstig — og ov fá fram-
stig, tað er brekurin.
Hin „sedvanligi" „Varðin"
Bókmentafelagið „Varðin" hevur nú
í fleiri ár fingið nakað av studningi til
starv sítt frá løgtinginum. Studningurin
hevur verið missjavnur ; 500 kr. — 300
kr. — 250 kr. — f ár hevur løgtingið
samtykt at lata »Varðan« fá „den sæd-
vanlige" studning 250 kr. — Har var
einki annað uppskot, og varð hetta so-
leiðis samtykt.
Løgtingshandilin
„Amtskommunens Vareforsyning" er
ikki deyð enn. Rokniskapurin fyri sein-
asta ár er lagdur fyri tingið og balan-
seraði hann við 4192 kr. 51 oyr.
Texiáre
Nú er Texiere komin iir íslandi, og
hevur hann upplestur í Sjónleikarhús-
inum komandi sunnukvøld. Hesa ferð
lesur han upp : 2 aktir av Erasmus Mon-
tanus" og 2. akt av „Hinum politiska
kannustoyparanum".
í ár eru 250 ár síðan Holberg varð
føddur og av hesi orsøk er Texiere bið-
in til Stockholms at lesa upp har. Pro-
grammið verður tað sama sum her, so
at vit fáa at hoyra tað fyrst.
Hetta kvøldið eigur Sjónleikarhúsið
at verða stúgvandi fullt.
Tollinntøkur 1933-34
Tollintøkurnar fyri fíggjarárið 1933/34
(ríkiskassa- og sjúkrakassapartarnir ikki
viðtaldir — 30.000 og 25.000 kr.) vóru
126.531 Mr. 22 oyr. móti 108.765 kr. í
fíggjarárinum 1932/33 og 133.002 kr. í
1931/32.
Nýtt blað
1. septbr. kom út eitt nýtt blað, „Før-
oya barna- og ungmannablað", blað-
stjóri er Jens Christensen.
Hetta blað er umboðsblað fyri K. F.
U. M. í Føroyum og vil tað koma út
fyrst í hvørjúm mánaði.
Blaðið hevur 12 síður og kostar bert
50 oyr. um fjórðingsárið, øll ung fólk
eiga at halda hetta blað.
Verdandi
kom heim úr Qrønlandi í gjár, veiðan
var 50.000.
Teir høvdu 11 dagar um heimferðina.
Skiparin Hjalmar Frederiksen higani
úr Havn hevur verið heldigur sum fiski-
skipari, til dømis fíngu teir 37.000 fisk í
vár.
Nátarnir
»Naadens Tid«, so segði maðurin á
sinni.
Nú er nátatíðin at kalla liðug, og nógv
hava bátarnir veitt til samans av hesum
góða fugli.
Ein bátur higani kom aftiir eittkvøldi
við yvir 500 nátum.
HAR ÚTI
Sovjetsamveldið hin størsti
meinbogi fyri kríggi.
Hitt amerikanska tíðarskriftið
„Tjóðin" samanber í eini grein
um 20-ára dagin fyri verðaldar-
bardaganum støðuna ta ferðina
og nú. Tað verður framhildið og
undirstrikað í greinini, at tað ser-
liga er ein munur:
Tað finnst nú ein stór makt,
ið ikki er fjøtrað av avtalum á
nakran hátt, og sum avgjørt og
við megi vil forða fyri nýggjum
verðaldarbardaga. Henda makt er
tann av øllum øðrum í ymsar
mátar hataða og fryktaða Sovjet-
uniónin — størsti meinbogin fyri
kríggi. Hendamakt er tað
einasta Ijósmið í fram-
burðinum síðan 1914!
„Gøteborgs Handels ock
Sjøfartstidning",
eitt víða útbreitt svenskt blað, er
í hesum døgum forboðið í Týsk-
landi í 6’mánaðir. Orsøkin til hetta
forboð eru 2 greinir, ið finnast í
blaðsins nr. 177 fyri 2. aug., har
„førarin" og „ríkskansl-
arin" umfranwaðrir kendir limir
av ríkisstýrinum vegna deyða Hin-
denburgs verða útskeldaðir upp á
óhoyrdan máta(!). Blaðsins atfinn-
ingar verða skart avvístar eisini
av fleiri svenskum „bandum"(?)
Eitt annað blað í Oøteborg hevur
soleiðis kallað atfinningarnar „re-
kord i ráhet og modbydelighet".
— Hin tyski umboðsmaðurin í
Stockholm hevúr harðliga mótmælt
yvirfyri svenska stýrinum hesa
„r æ ð u I i g u" spottan av tí týska
ríkisráðnum og tess „ m i I d a "
førara.
13 „lynch"-morð upp á 6
mánaðir.
Hin amerikanska „Reyða hjálp"
hevur um dagarnar útsent ein lista
yvir tey „lynch"-morð, verið hev-
ur síðan 1. januar í ár. Talið av
teim er 13, og øll „offrini" eru
Negarar. I øllum førum kann tað
prógvast, at justitsmaktin hevur
roynt at gera sítt besta fyri at fáa
morðini í lag; í støðum hevur
hon enntá verið oddamaður.
Upton Sinclair
verður stillaður sum kandi-
datur hjá demokratunum til
guvernør-postin í California.
Úr San Francisco frættist: Hin
verðinskendi amerikanski rithøv-
undurin og socialisturin U p t o n
S i n c I a i r er av demokratunum
uppstillaður til guvernørvaliðíCali-
fornia. Tað hevur ongantíð fyrr
hjá demokratunum staðið so nógv
fólk aftanfyri eina slíka uppstilling
sum hesa: 310.952 stemmur.
I einari røðu, ið var kringkast-
að, hevur Upton Sinclair vent sær
harðliga móti teim ráðandi í Týsk-
landi, móti Hitler og facismuni,
og framhildið at Týskland er fallið
í hendurnar á einum banditbanda.
— Víðari helt hann fram, at kapi-
talisman er horvin og at tað mátti
finnast nakað annað at seta í
staðin. —
Upton Sinclair hevur lovað, at
um hann verður valdur, vil hann
sleppa Tom Mooney leysan,
ið situr sum lívsfangi í California.
Tom Mooney er sum flest-
um kunnugt ein av teim ídnastu
arbeiðaraførarum í Amerika. Hann
var skyldaður fyri eitt attentat, og
dømdir í ævulongt fangilsi. Og
hóast ferð eftir ferð hevur verið
prógvað, at hann er sakleysur, so
er hann ikki sloppin út. Nú ætlar
Upton Sinclair at sleppa hesum
sakleysa fanga út, um hann verð-
ur valdur.
RITA STANGSÆBE kan bruges
til alt — b ø r bruges af alle. —
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 02:52:49 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/arbeidid/0018.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free