- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{5:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjá teimutn, ið
lýsa hjá okkum
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 8. september 1934
Alt vinnandi fólk í Før-
oyum má halda
ARBEIt.’lc)
Tað er so troystasleyst.
Tað er troystasleyst heima nú.
Látur og gamansleikur er eingin
longur. Sjálvt fyri einum mánað
síðani var tað øðrvísi. Faðir hevði
skyldu at møta á politistøðini til
„kontroll" og móðir var glað, tá
hon kundi hitta uppá okkurt gam-
anskent. Annans vildi lívið verða
ov ræðuligt, helt hon.
Faðir og móðir..... Hvar eru
tey nú ? Tey eru koyrd í fongsul.
Hvat munu tey gera nú ? Hugsa
tey um meg beint nú ? Um meg
og míni smáu systkin, ið nú hava
tilhald hjá politiskum felagsfólki ?
— Drongur mín, segði faðir við
meg ein dagin, nú ert tú 15 ár.
Tú hevur lært Latín og franskt og
enskt. Og „matematikka — eina
heila rúgvu. Men hoyr nú meg,
um nakar kemur og tekur faðir
tín, tí hann er marxistur, soleiðis
sum teir hava gjørt við nógvar
aðrar, so er tað tú, ið er faðir, og
so mást tú hjálpa móðir tíni at
bjarga teim smáu.
Fyrst græt eg, men so kroysti
eg av allari megi míni hondina,
ið faðir gav mær.
Og nú var tað hent. Bert nógv,
nógv verri.
Táið summar-fríløtan byrjaði,
hevði eg gjørt meg næstan lidn-
an við hin næstovasta klassan í
skúlanum, og fyri so vítt við allan
skúlan. Vit vóru ikki ment at
greiða skúlapeningin longur, og
marxistar fingu ikki frípláss frá
Hitler-fólkunum, men áður enn
eg fór at gera felagskap við
faðir, sum arbeiðsleysur, vildi eg
hava mína seinastu summ-
ar-fríløtu. Politiskir felagar í út-
londum høvdu bjóðað okkum —
sum fyrrverandi reyðir falkar —
at halda frælsa fríløtu hjá teimum.
Frælsa fríløtu.
Vit vóru næstan trýati, ið vág-
aðu okkum út á hesa ferð. Fyrst
mátti farast á politistøðina at fáa
„pass". Flest øll fingu „pass",
men eg fekk einki. Tað segðist,
at eg var „politisk misstrúgvin".
Og táið eg deildi teir, hóttaðu
teir við at senda meg til „upp-
dragilsi". „Høgga vit teg við
markið við ongum „passi", verð-
ur tú rendur loddrætt á „forbet-
ringina", skilur tú ? — Stikkav!"
Hvar Gru
faðir ag múðir?
Ein sonn søaa úr Hitler-Týskalandi
í blaðnum „Freie Presse", ið útgivið verður
av Týskarum, ið liva í útlegd, skrivar ein
15-ára gamal týskur drongur hesa frágreiðu
um heimalívið:
Og eg stakk av.....yvir um
markið saman við hinum. At hetta
var „menniskjasmugling" var eg
fullvísur um. Men so rópti eg
eisini „Freiheit" nógv harðari enn
øll hini, táið vit í øllum góðum
vóru komin út um markið.
Tað vóru tvær frálíkar vikur.
Men tað, ið aftaná kom, gjørdist
tí eisini so nógv verri.
Heima.....
Táið vit komu heimaftur á hina
týsku jarnbreytstøðina, var ein
lastbilur komin eftir okkum. Ong-
um kom látur í huga, eingin
smíltist, sjálvt ikki tey yngstu. Vit
vóru øll so álvarsom, sum við
jarðarferð. Teir hugnaligu dagar-
nir vóru horvnir, nú skuldu vit
aftur síggja, hvussu okkara fedrar,
móðir og systkin vóru drigin í
fongsil ella „konsentrasjónsleir".
— Paul, tú kann seta teg her
hjá mær, segði bilstýrarin. Eg var
elstur í flokkinum, og var ikki
sørur fyri at vera erpin, táið eg
klatraði upp til hansara.
Táið vit høvdu koyrt eitt sind-
ur, sigur bilstýrarin snøggliga. —
Ja Paul, táið tú kemur heim, fert
tú kanska at gráta, um tað ikki
etu knotur í tær.
— Eg gráta ? eg royndi at smá-
flenna. Hvørjum líkist tað. Nei, eg
skal flenna so tað Ijómar, táið eg
bert eri heima aftur hjá faðir og
móðir.
— Ja, Paul — júst tí, skilur tú.
Faðir og móðir tín vóru bæði
handtikin í gjárskvøldið, og um
tú ikki ert ein harðvunnin drong-
ur, so kemur tú kanska at gráta.
Eg græt ikki.....
Eg ætli, at eg hevði smollið
niður, um eg ikki sat so væl. Eg
kendi meg sum ein stav, ið var
brotin í sneisar. Eg kendi knæ-
liðirnar pipra og verkja. Tað var
eins og nakað ringdi seg um
miðjuna á mær, so eg fekk illt,
og frá hálsinum og niður í hjartað
var alt sum eitt einasta svíðandi
sár.
Men eg græt ikki. Tárini trongdu
seg fram, men tey sluppu ikki út.
— Og míni smáu systkin. Eg
hugsi at eg stamaði eitt sindur.
Hvørt orð tyktist naglað til tung-
una.
Bilstýrarin sat og hugdi út í
loftið. Eins og alt ikki kundi
vera øðrvísi. Og sólin skein, eins
og eingin stór vanlukka nakrantíð
var hend.
— Ja, Paul, segði hann, tíni
smáu systkin, ja. Vit høvdu nú
hugsað okkum, vit’ politisku fel-
agar, at tað var best, at vit tóku
tey smáu til okkara, og, so læsti
vit heim títt. Eg havi lyklarnar í
lummanum.
— Og hvar......eru faðir og
móðir ?
Hann toygdi á axlarnar.
Tá ið vit komu til staðin, tók
eg pjøkarnar og lyklarnar og fór
heim. Tað vóru mangir av mínum
feløgum, ið grótu, tá ið teir tesk-
aðu „Freiheit" og skiltust.
Heima var alt reint og ruddu-
ligt. í køkinum stóð ein grýta við
vatni, omaná „gassinum". Tað var
eins og móðir bert var farin út
eitt lítið ørindi.
Eg stóð á gólvinum og leit í
kring meg. Og so skar eg í eitt
skríggj. Hvussu leingi tað vardi,
veit eg ikki. Men eg má eisini
vera sovnaður, tí tá ið eg raknaði
við, lá eg á køksgólvinum, og tað
var nátt.
Morgunin eftir bankaði á dyrn-
ar. Táð var grannakonan, ið kom
við kaffi til mín.
Boð frd faðir
— Versogóður, Paul, segði hon.
Og kom so yvir til okkara, tá ið
tú hevur drukkið. Vit hava nakað
at siga tær. Faðir tín bað okkum
siga tær___
Tey søgdu mær alt. Men tað
barst mær fyri, sum sat eg aftan-
fyri ein tjúkkan múr, tí eg fekk
bert fatur á einum orði nú og tá,
av øllum, tey søgdu. Tað einasta,
ið eg til fullnar fataði. var at faðir
og móður høvdu deilt nøkur bløð
út. Tessvegna var hildin húsarann-
sókn heima hjá okkurn, og faðir
og móðir vóru fongslaði.
Nú siti eg heima, og hond mín
kýnur øllum tí, ið eg veit móðir
hava nortið við. Eg havi ikki grátið
síðani. Heldur ikki tá ið eg fyrstu
ferð sá míni smáu systkin aftur.
Tey hongdu seg uppá meg, og
vildu sleppa við til móðir. Tá reiv
eg meg leysan og rann burtur so
skjótt eg kundi.
Eg skal hava hevnd 1
Eg siti tíðum og hugsi um
hetta, alt samalt. Men tá ið eg
havi hugsað alt ígjøgnum úr enda
í annan, komi eg at minnast latín-
tímarnar í skúlanum, og taki upp-
aftur fyri mær sjálvtim : Hin eldri
Cato endaði hvørja einastu av
sínum røðum í senatinum við
hesum orðum : „Annars er tað mín
áskoðan, at Kartago skal oyðu-
leggjast." Tú mást hugsa við tær
sjálvum: Nú ert tú 15 ára gamal.
Tá ið tú ert 50, mást tú hava
hevnt øll tár. Hvørt einasta eitt!
Móðirs tár, tárini hjá tínum smáu
systkjum og tíni egnu !
í dag er sorgin og pínslan mín.
Men tann dagur kemur, tá ið
hevnin skal verða mín !
Tað er „bønin", eg biði morg-
um og kvøld, ja, hvønn einasta
tíma á degnum.
Men enn er tað troystaleyst og
einsligt herheima.
Eisini nú, meðan eg skrivi hetta,
vilja tárini treingja seg fram. Men
eg vil ikki gráta ! Aldri meira!
Eg havi annað og betri at taka
mær fyri.
Eg skal hava hevnd !
Stjórnað av eini nevnd.
Ábyrgdarmaður: Ingv. Jacobsen.
Pretitsmiðja Tingakross.
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0020.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free