- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{6:1}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

^ TÓRSHAVN

ARBEIÐIÐ
OGNARLEYSU FYLKIST
Nr. 6.
Leygardagin 22. september 1934
1. árg.
Hini skipini fylla seg
við fiski
Vit hava verið á veiðuferð —
sum tað eitur — við Grønland,
við skipinum „Guiding star". Vit
eru heimaftur komnir í øllum
góðum, men vit fáa ongan pen-
ing, hóast vit hava býtt frá fyri
aí tryggja okkum sjálvar, ásamt
loysunarorðini við hava Ijóðað til
fiskimenn nú í fleiri ár.
Av tí at dráttur er íkomin —
og peningur okkara er settur
fastur (beslaglagdur), má tað loyv-
ast okkum at koma alment fram
við hesum máli, ið er so skikkað,
at allir føroyskir fiskimenn mugu
vara seg fyri, at teir ikki koma at
ganga í somu slóð. í stuttum
skulu vit greiða frá ferðini. Vit
eru vegna plásstrot, og tí tað
spennur um ein heilan Grønlands-
túr, noyddir at fata okkum stutt:
Vit fóru við „Guiding star" av
Havnini 15. juni í ár, bidnir til
skips av Mourits Niclasen, ið vit
hildu skuldi føra skipið. Seinri
Eru Føroya fiskimenn
nú heilt rættsleysir ?
Beistalevnað í staðin fyri fiskidrift
í Grønlandi.
Sakførarin ieggur hond á pening
hjá fiskimonnum
í staðin fyri at fáa peningin í hondina, verða
fiskararnir hálaðir fram í rættin
fingu vit at vita, at bróður hans-
ara, Jens Jacob skuldi vera flagg-
skipari. Tað at vit og fleiri aðrir
fóru við, var treytað av, at tað
ikki var ligið longur í Grønlandi
enn til 15.—20. august. Við hes-
um í huga løgdu vit til Grøn-
lands við hesum avgamla og lítla
skipi, hin 18. juni av Miðvági.
Ein siglur út og annar
siglur inn
Komnir til Grønlands var byr-
jað at fiska, men tað gekk heldur
smátt við fiskiskapinum. Brøður-
nir Mourits og Jens Jacob ordn-
aðu seg soleiðis, at meðan Jens
Jacob var skipari, so var hin reið-
ari. Tað kom ofta illstøða í, tí
meðan annar sigldi úteftir, táið
hann hevði vakt, so sigldi hin
innaftur, so skjótt avloyst var.
Soleiðis skiftist ofta, suður og
norð, út og inn, til somu lítlu
nyttu, lítlan fisk. Manningin, ið
einki dámdi hesar „mannerering-
ar", men ikki legði seg út í tær,
var hóttað og trúað, tí her var
tað yvirmenninir, ið ráddu. — Tó
legði bestimaðurin seg ikki út í
tað viðferð, ið vit fingu av skip-
ara og „reiðara".
Við Coock-oynna
Einaferð var farið inn at fiska
ólógliga, við Coock-oynnar. Her
hoyrdu vit sovorðið tutl millum
brøðurnar um, hvør skuldi betala
bótina, tí hvørgin var sinnaður at
betala. — Fólkið leiddist, tí eing-
in fiskur fekkst, hóast onnur skip
fingu ørgrynni. Eitt slengrið var
gjørt út á Fylla-bank — men til
onga nyttu, og so kom tokan á
okkum. Vit hoyrdu harðan orða-
drátt millum skipara og reiðara
(brøðurnar) har teir eisini talaðu
um, hvussu skipið var assurerað,
í einum ella tveimum assurans-
um. — Vit høvdu okkara hugsan
um hetta tos. — Nú klárnar í og
vit koma okkum aftur undir
Coock-oynna. Vit seta bátar út og
fara at fiska, og vit fingu væl av
fiski.
Vit lata akkerið ganga
Her var ikki trygt at liggja, tí
vit máttu sigla út av og á av ótta
fyri verjuskipinum. Vit fluttu tó
til endan, heilt inn ígjøgnum, tí
har var nógvur fiskur. — Kortini
vóru vit javnt illa hartaðir av teim
ráðandi, ið „vælsignaðu" okkum
við teirra fúlu illbønum. Mest av
slíkum fingu tó teir, ið vóru
óheldigir at fiska. — At endanum
lótu vit akkeri ganga og fiskaðu í
frið og náðum.
Seint um kvøldið, meðan vit
gjørdu reint, sóu vit ein bát koma
ímóti okkum. Tá skundaðu vit
okkum at blaka fiskin í lastina.
Vit fda gest
Men har var tó eingin grund fyri
ótta, tí í bátinum var ein 16 ára
gamal grønlandsdrongur við eini
grønlendarinnu, ið var farin um
30 ár. Tey vórðu boðin upp og
trakteraðu vit mat og drekka. So
var farið aftur at gera reint, men
gestirnir sóust ikki aftur fyrr enn
kl. 6–7 um morgunin, táið teir
fóru frá borði. Seinri komu fleiri
bátar, lastaðir bæði við manni og
kvinnu.
Fleiri gestir
Alt var boðið niður undir,
og hetta var ikki bert til mat og
drekka, men eitt slags handils-
samband. Hetta var ikki so verst
kortini. Men táið leið út á dagin,



i
\
h^ •
\


Hetta er annað slagið enn tað,
ið vit fignu nøgdina av
kom hin gentan umborð aftur
sum hevði verið náttargestur, og
hon hevði eina eldri vinkonu við
sær. Tey fóru eisini niður undir.
Gestirnir vóru glaðir og sungu
dúgliga. Um kvøldið fór alt hetta
„selskapið" frá borði og vit lættu
og fluttu út.
Minnt verður d 20. august
Vit royndu nú aftur at fiska
uttanfyri, og tað gekkst nú ikki
verri enn illt. Men so var hildið
út aftur á Fylla-banka, men illa
bar til. Tað verður so sagt við
skiparin, at nú fer tíðin at stytt-
ast, og vit mugu dríva dúgliga á,
tí vit skulu heim tann 20. aug.,
tí hetta var avgerðin. Hetta svar-
aði hann einki uppá.
La France — Býtishandil
Ein dagin truffu vit við Frans-
(Framhald á síðu 4.)
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0021.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free