- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{6:2}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Nr. 6.
A R B E 1 Ð I Ð
22. september 1934
ARBEIÐIÐ
— Ketnur annanhvønn leygardag —
Haldaragjald:
25 oyr. um mánaðin
75 oyr. - fjórðingsárið
— Postpeningur umframt
Lýsingarprísur:
7 oyr. fyri m. m.
Avsláttur fyri størri
standandi lýsingar.
Avgreiðsla hjá ritstjóranum, har
haldarar kunna tekna seg og lýs-
ingar verða sendar.
Á d r e s s a : i
ARBEIÐIÐ
Tórshavn
Kreppuhjálp
—o—
Tú kann ofta, tá tú kemur á
tal við fólk um landaskipan —
politikk má tað ikki nevnast, tað
er einans kampur millum menn
um samband og sjálvstýri — hoyra
menn siga, at tað var betur, einki
løgting var, og verður tað ofta
so væl undirbygt, at tað er tor-
ført at fáa tað avkreftað. Nei, so
ringt er tað tó ikki, at tað var
betur, at einki ting var, um tað
tó ofta er torført at bera í bøti-
flaka fyri tað.
„Tað er krepputíð", sigur tingið,
„vit mugu gera okkurt til hjálpar
fyri okkara vinnulívi. Vit senda
menn „uppá landsins besta" til
attingast við Danir". Í28 — átta
og tjúgu — ár hevur okkara ting
tingast um at senda tingingarmenn
til Danmarkar og tá so av stað
verður farið, verður mark sett fyri,
hvat talast ska! um. Hetta er so
ørt, at hevði tað ikki komið frá
Føroya løgtingi, so var tað ótrú-
ligt, og sum væl trúligt er, vera
hesir menn ikki so mikið virdir,
at stjórnarmenninir sjálvir tíma at
tosa við teir, men senda nakrar
av teirra skrivarum fyri seg — og
úrslitið er hareftir.
Tað kann væl vera, at hetta til-
boðið, sum hesir menn komu aft-
ur við, vildi týtt eitt framstig tá,
fyri 28 árum síðani, men tað sær
út til, at hesir sendimenn, og fyri
alt tað alt tingið við, ikki hava
fatan av, hvat ið broytt er síðani
tá, bæði fólkahugsan og øll onnur
kringumstøð. Nú spyr fólk, hvat
skulu tit byggja havnir til, tá hesi
skip, sum vit nú eiga, eru upp-
rotnaði og eingin hevur ráð at
keypa nýggj skip aftur ?
Tað er eitt áhugavert svar, løg-
tingið har gevur. Jú, siga teir, vit
upprætta lánið og gevingargrunn,
hvar úr vit lána og geva monn-
um pening til at keypa skip fyri,
men tað eru tó ikki allir sum
skulu fáa, summar lata vit sakfør-
ararnar fáa at leika sær við, lata
teir taka alt frá teimum, sum teir
eiga, so lána og geva vit øðrum
pengar at keypa tey skip, sum
hini hava mist, tey fáast jú bílig.
Teir gera galdandi hitt boðið:
Hann, ið lítið hevur, skal missa
tað lítla, hann hevur, fyri at tað
kann verða givið til hin ríka." Eg
vóni, fólk yvirhøvur ikki vera víð-
ari fró yvir slíka kreppuhjálp.
Tað kundi verið gaman at vita,
hvønn ið teir ætla til røktingar-
mann.
At upploysa tingið nú, er kan-
ska rætt, men nøkur „universal-
hjálp" er tað ikki. Vit vita, hvussu
4000 arbeiðarar á mótmælisfundi
í Silkeborg
Úr Silkeborgfrættist: 4000
arbeiðarar í Silkeborg hildu
mótmælisfund móti teirri sein-
astu harðræðisboðum frá ríkis-
(Fjarrit til „Arbeiðið)
Keypmhvn., 20.—Q. 34.
stjórnini og lovaðu at veita
teim streikandi vevnaðarmonn-
um peningaligan styrk fram-
vegis. NORDPRESS
Tað er nú nakað síðani, at 400
vevnaðarmenn í Silkeborg gjørdu
verkfall. Volds-„rætturin" dømdi
verkfallið ólógligt, men vevnaðar-
menn hildu fram. Frá stjórnini er
síðani sett forboð ímóti at samla
inn til teir streikandi — og einki
fáa teir frá streikukassanum tí
streikan er „dømd" ólógligt. Fjar-
ritið til okkara prógvar, at arbeið-
arar ikki óttast hesi harðræðisboð,
men standa saman og styðja sínar
felagar móti øllum atsøknum.
Yvirvøldin í Amerika
í hernaði móti arbeiðarunum
Arbeiðara-álitismenn verða handtiknir Arbeiðarablaðið
„Daily Worker" støðga av løgregluni
(Fjarrit til „Arbeiðið"
Úr NewK York verður
fjarrittað: Undir teirri stóru
streikuni her er hundraðir av
vaktarmonnum arbeiðaranna
handtiknir og settur í varð-

*


Kapitalist-diktatorurin president
Roosevelt hevur kraft, at vevnað-
arstreikan í New York verður
„avblást" og fólkið fer aftur til
arbeiði. Sjómannafelagið „Eastern
Keypmhvn., 20.—9.-34.
haldsfongsui Nógvir arbeið-
arar eru dripnir í gøtubar-
døgum við løgregluna. Løg-
reglan hevur steðgað blaðnum
„Daily Worker". NORDPRESS
*


and Oolf sailors assocation" krev-
ur at vevnaðarmenn fáa síni krøv
góðkend sum skjótast, tí annars
vilja teir byrja stórstreiku frá 1.
oktober.
tað gongur við at velja; hann, ið
mest rappkjaftaður er, er bestur,
og hartil nýtist ikki nøkur vitan.
Tú tørvar ikki at vera leingi inni
í tinghúsinum fyri at fáa at vita,
hvussu hjálparleysa ókendir hesir
menn, sum har sita, eru við alla
ta nøgd, sum skrivað er av verð-
ins størstu andum, nettupp um
tey evni, sum teir har tala um.
Men tó skal eg siga, at møgulig-
leikar eru fyri framstig við at upp-
loysa tingið, og tað er við at tað
verður sett sum treyt, at teir menn
sum vilja lata seg velja, skulu
prógva, at teir hava lisið nakrar
av teimum bókum, ið handla um
tey evni, teir sum tingmenn fáa
við at gera. Eg kundi tonkt mær,
t. d., at ein kommunistur skal
prógva, at hann hevur lisið tey
ella tey kommunistisku skrift, og
so siga, hvussu hann teinkir sær
tey sett í gildi her heima í Før-
oyum. So aftur hinumegin tann
konservativi prógva, at hann hev-
ur lisið tey skriftir sum prógva,
at kommunisma ikki kann brúkast,
og siga hví hon ikki kann brúkast
í Føroyum.
Høvdu vit kunna innført eina
slíka skipan við valum, so eri eg
vísur í, at tað vildi verið til frama
at fingið val sum skjótast, so
vildu vit verið spardir fyri nógv
av tí møsni, sum nú hoyrist í
tinginum, sum t. d. skilagóðir rætt-
vísir menn í álvara sita og bera
í bøtiflaka fyri jarðahvalsrættin
meðan hinir sita í álvara og lurta
eftir- Guttorm Eysturoy.
ncit nc r#»iAi
Heimkomin skip.
T i 1 H a v n a r :
Saltaire 62.000
Thor 40.000
Coralia 15.000
Sólbrún 32.000
Signhild 65.000
Fram 36.000
Normanner 110.000
T i 1 T v ø r o y r a r :
Vestmanna 25.000
Fagranes 66.000
Frida 30.000
Elisabeth 46.000
Sjana 30.000
Falkurin 40.000
Westward Ho 35.000
Riddarin 40.000
Til Vág s :
Albert Victor 34.000
Maritana 72.000
Morning star 34.000
Harry 58.000
Heimdal 44.000
City of Norwich 58.000
Regina 48.000
Havgásin 50.000
Bókakassarnir.
Bókakassarnir hjá Føroya Amts
Bókasavni verða sendir út í okto-
ber. Tær bygdir, ið vilja hava ein
kassa til láns í vetur, mugu venda
sær til bókasavnið innan 15. ok-
tober, samaleiðis teir lærarar ið
vilja hava ein skúlabókakassa.
Løgt i ngið
skal upploysast! Listi gongur runt
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0022.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free