- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{8:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjá teimum, ið
lýsa hjá okkum
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 2 0. oktober 1934
Alí vinnandi fólk í Før-
oyum má halda
ARBEIÐIÐ

Allir andfasistur
skulu bjargast
Thálmann og Torgler
í ræðuligasta vanda
Skræðið arbeiðararnar og
teirra stríðshetjur úr
mordaraklónum
ííiíSxííSSSSíKi
Norskir arbeiðarar skriva uppróp, um at bjárga Thalmann,
fram við Noregs sírendir.
Ernst Torgler.
Um allan heim ganga nú harð-
ar mótmælis demonstrasjónir móti
blóðstýrinum í Týsklandi. Tlial-
mann-„rættar"-sakin er byrjað.
Nevndin í bjargingaraibeiðiinim
fyri teim fongslaðu andfasiskinum
arbeiðir av fulltim huga. Oeorg
Branting, advokatur, Svøríki og
Wreschner, yvirrættarsakførari í
hesum stríði.
T/iálmann, og Torgíer og allir
aðrir andfasistar skulu bjargast.
—o—
Karl Radek um
morðini
—o—
Barthou var ein vinur av
verðinsfriðinum
— o—
Revolvaraskotini í Marseille.
I „Isvestia" skrivar hin verðins-
kendi arbeiðaratalsmaðurin Karl
Radek:
Voldsgerðin móti konginum av
Suðurslaviu og Barthou, uttanrík-
isráðharra Fraklands hava aftur
einaferð borið prógv fyri, hvussu
ótryggur ið verðinsfriðurin er, og
hvussu rókreftur arbeiða fyri at
leypa Europa í blóðigan ófrið.
Um umstøðurnar í Suðurslaviu
heldur Karl Radek, at hin harða
knógvanin av eini hvørjari rørslu,
ið miðar ímóti at frígera fólkið
undan teirri núverandi harðræðis-
stýrinum, eigur bróðurpartin av
skyldini. Og aftrat kemur, at menn
og stýrir og í øðrum londum eis-
ini látast at vera hugaði fyri veik-
leikanum hjá Suðurslaviu.
Karl Radek umtalar eisini ta
kloyvu, ið komin er í hitt franska
og Suðurslaviska vinarbandi. Hann
vil vera við, at skyldin her liggur
nógv hjá teimum londum, ið hoyra
til hitt franska „Alliancesystemið",
ið eru illa stødd peningaliga sæð.
Vánalig búnaðarviðurskifti og
innlenda tjoðskaparstríð grava
megina undan londuiuim og geva
„ævintýrarum" vind í seglini, tvørt-
urímóti tí politikki, ið londini „of-
fisieít" føra.
Fasistapressan í Týsklandi vil
yvirføra voldsgerðina í Marseille
til „Ouds vilja". Men Týskland
sjálvt er ein kókandi dampketil,
ið hvørja løtu kann skrædna við
eitt ræðuligt brak. Roynir Týsk-
land at leggja hond á Donaulond-
ini og Balkanlondini, vil tað kan-
ska vinna nakrar vinir, men eisini
arva teir innlendsku mótsetningar,
ið har gera seg galdandi. Týsk-
land er heldur ikki ført fyri at
bøta um tey syndarligu viðurskifti
í Balkanlondunum, og tað er hel-
dur einki kapitalistisk stýit land
fort fyri.
Bai thou, endar Karl Radek sína
framsøgn, var ein stórur og víð-
skygdur „diplomatur". Fi amgongd-
in í Sovjet-samveldiiuim ávirkaði
hansara gomlu áskoðan iim hesa
samfelagsskipan og haiiu sá tí
sannleikan beint í eyguni. Hann
stóð ógvuliga frammalaga í ar-
beiðinum fyri at rudda Sovjet-
samveldið breýt til Fóikasamband-
ið. Banhou gloymdi aldri, at liann
var umboðsmaður fyri eitt aiuiað
sosialt stýri og hevði eina heilt
aðra politiska faían enn hina kom-
munistisku.
Men samaii við Litvinow ar-
beiddi hann fyri at verja friðin
móti ollum teim kreftum, ið org-
aniseraðu menniskjaslaktaríið.
Friðarsakin er sak menniskjans,
og vit hava onga grund til nti,
hesin stóri maður er deyður, at
dylja, at hann, sum offur fyri
friðiuum,erfallin fyri mordarkúluni.
Sosialistisk framgongd í Sovjetsamveldinum
Soleiðis síggja teir nýggj’u arbeiðara-bástaðirnir /7, ið reisiur verða í Sovjetsamveldtnum.
Stjórnað av eini nevnd.
Ábyrgdarniaður: Ingv. Jacobsen.
imiðj^ i in
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0032.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free