- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{9:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjá teimum, ið
lýsa hjá okkum
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 10. november 1934
Alt vinnandi fólk í Før-
oyum má halda
ARBEIÐIÐ
Nýggir bardagar í Asturiu
Stevna spanska fasistanna
Ein kend stríðshetja
myrd
M a d r i d. (Nordpress)
í landspartinum uttanfyri O v i-
e d o stríðast arbeiðarnir í fjøllin-
um við Quieiros framvegis móti
stjórnarherliðtim. Riflueldurin brak-
ar og dum’ni hoyrast Ifka inn til
Oviedo.
Hondtikið verður framvegisl
Nýggir fangar verða støðugt
drignir til fongslini í Oviedo. 150
fangar vóru innsettirá einum degi.
I fongslinum í Leon eru 300 fan-
gar og í Astorga líka mangir.
Hvussu nógvar riflur eiga
arbeiðarar í Asturiu eftir.
Bløðini =!g« f’á, at uppreistra-
menninir høvdu tikið vápnaverk-
smiður og soleiðis fingið fatur á
20.000 riflum og 20 maskinkanón-
um. Av hesum vápnum hava teir
síðani mist 4000 riflur.
Hvat vil fasistastevnan ?
„EI Debate" vendir sær við
hørðum máli móti teimum, ið
krevja, at teir kongasinnaðu skulu
fara úr stjórnini. Katolikkablaðið
fastheldur, at henda núverandi
stjórn, beint sum hon er, er best
fyrireikað til at fáa broytt stýris-
lagið. Víðari skrivar tað, at eitt
nýtt framstig er gjørt í tí at byrjað
er at slakta niður uppreistramenn-
inar. Blaðið sigur frá hesari høð-
usætlan;
„Eina nýggja blaðlóg, ein skip-
an av arbeiðsmannafeløgum og
teirra álitismonnum undir tilsýni
av statinum; undirvísingarmálið
skal loysat, serliga í Kataloniu."
Við øðrum orðum gongur stev-
na teirra katólsku fasistanna út
uppá at oyðuleggja alt blaðfrælsi
og at staturin skal yvirtaka arbeiðs-
mannafeløgini og øll undirvísing
skal leggjast undir katolikka-kirkj-
una.
Morðini: l.a Passionana
myrd.
Republikanarblaðið, „EI Sol",
sigur soleiðis frá rómordaraliðun-
um, fremdarliðið og teir svørtu íir
Marokku:
„Hesi herliðini høvdu fingið sær
fast tilhald á fongsulshúsinum í
Oviedo, haðani teir lupu á við
norðbanagarðin. Men teir vóru
forðaðir av riflu- og maskínkan-
óneldi frá arbeiðarunum, ið høvdu
grivið seg niður í norðbanagøtuna.
Eitt stórt fylgi av arbeiðarum setti
seg til mótverju við kirkjuna San
Pedro; teir høvdu maskinkanón,
og vóru undir komando av tveim-
um kvinnum. Tá ið fremdarliðið
var o. u. 40 metrar frá maskin-
kanóuini, lupu teir á við bajonett-
um. Mtllum manningina við mask-
inkanónina var eisini hin kenda
kvinnuliga stríðshetjan La Passio-
naria og ein ung arbeiðskvinna,
Lafuente; tær vóru báðar myrdar
av fremdarliðinum.
„La Passionaria" var bert eitt
partanavn, hennara rætta navn var
Dolores Ibarruri. Hon var limur
av høvuðsstýrinum og skriftstýr-
inum í tí kommunistiska arbeið-
araflokkinum í Spaniu. Sum út-
sendingur var hon á XIII plenums-
fundi í Komintern. Á 17. ráðstjór-
narfundi í Sovjetsamveldinum helt
hon eina hyllningsrøðu og á mót-
mælisfundinum móti kríggj og
fasismu, ið kvinnur hildu í París,
var hon útsendingur fyri hina
sponsku deildina.
Hin spanska stórveldisstevnan,
ið hon av øllum alvi stríddust
fmóti, hevur nú myrt hana, við tí
sama herliðið, ið nýtt verður til
at kúga hitt litaða fólkið, ið á
ránsmannahátt er komið undir
spanskt harðræði.
Men við hennara navni og henn-
ara ídna arbeiði í huga, vilja
spanskir arbeiðarar halda framá,
stríðast sum hon og — heldur
falla enn víkja.
Arbeiðara-
skaldið
-o—
Andersen Nex#
ætlar nú at fáa sær fast bústað
í Sovjetveldinum.
í hesum døgum ferðast hann
i Norðurlondum á fyrilestraferð.
RITA Sæbespaaner
til al finere Vask,
Budapest og Wien, í monarkiinum
Eýsturríki—Ungarn, hava teir upp-
livað at verða enn meiri kúgaðir
av tí stórserbiska Belgradar-harra-
veldinum.
Fyri seks árum síðani var hin
kroatiski bóndaførarin, S t e p a n
R a d i t c h, skotin niður av ser-
biskum generalum og ríkisbøðl-
um á einum almennum fundi.
Hundraðir av arbeiðarum og bónd-
um av øllum fólkasløgum funnu
teirra deyð í politifongslum, aft-
aná at Alexander kongur byrjaði
sítt bøðilsveldi í 1929. Alt hetta
vita vit, ið stríðst hava móti teim
fasistisku blóðhundunum.
Av hesum orsøkum eiga vit all-
an rætt og heimild til at kenna
tað, ið kann hava ávirkað volds-
gerðina í Marseille og siga : Skot-
ið brast ikki frá teim leiðandi í tí
kroatisku uppreistrarørsluni. Para-
bellum varð ikki lødd í Agram —
men í Berlin.
Møguligt hevur voldsmaðurin
hoyrt til ein kroatiskan voldsban-
da: Pavelitch—Petzchetz-bólkurin.
Hesir báðir harrar hava í fleiri ár
staðið í Budapests og Roms tæn-
astu. Við vápnum frá Mussolini
brutu hansara ørindasveinar seg
inn á hina kroatisku strondina
fyri 2 árum síðani.
Tá ið Hitler kom til ræðið í
Týsklandi, funnu hesir voldsmenn
bæði hjartalag og vinarlag í Ber-
lin.
Tær seinastu hendingar, ið vóru
um at føra til eitt vinarband mill-
um Italiu og Suðurslaviu hava ført
hesar voldsharrar heilt í armarnar
á Hitler. Tí teir kundi einans liva
uppá ein varandi og vaksandi
fíggindaskap millum Italiu og Suð-
urslaviu.
Berlin visti, at ferðalagið hjá
Alexander kongi galt fransk—italsk
—suðurslaviskan vinarsáttmála.
Tí ein slíkúr sáttmáli vildi for-
komið teirri fasistisku røvaraætlan
í Eysturríki, og Týskland kom at
verða sett uttanvella og einsamalt.
í Berlin kennist ikki ivasemi og
samvitska. Hin 27. febr. 1933 og
hin 30. juni 1934 hevur til fullnar
prógvað tað innanlanda. Hin 25.
juli 1934 hevur harumframt próg-
vað tað uttanlanda.
Aftaná skotini í Wien, ið løgdu
Dollfuss til jarðar beint áðrenn
h*nn skuldi fara til Roms, fylgdu
hin 9. oktober: skotini í Marseille.
í Marseille talaði Hitlers um-
boð fyri aðru ferð innanfýri tveir
mánaðir út úr múlanum á para-
bellum.
Hetta eru ikki fey seinastu skot-
ini. So væl innan- sum uttanríkis-
politikkurin í tí „triðja ríkinum"
stendur í parabellums tekini.
Hitler týðir kríggj. Tørvast tað
aftaná skotini í Wien og Mar-
seille enn fleiri prógv ?
Tað ræður um at kappstoyta
parabellums ræði í Týsklandi —
um eitt nýtt Sarajevo skal fyri-
byrgjast.
(„Deutsche Volksxeitung.")
Stjórnað av eini nevnd. — Ábyrgdarmaður: Ingv. Jacobsen. — Prentsmiðja Tingakross.
.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Jul 3 18:02:44 2016 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/arbeidid/0036.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free