- Project Runeberg -  Lesibók /
III

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

F o r m æ 1 i.

Tann maður, ið lisið hevir føroyskt mál við næmingamar í
læraraskúlanum í Havn, gekk á sinni á tal við meg um at geva
út eina føroyska lesibók, ið nýtast kundi við hesa undirvísing,
eitt arbeiði, sum eg sjálvur leingi hevði hugsað um at fáa í lag.

Ein slík bók átti helst at geva eitt bílæti av føroyskum
máli niður ígjögnum tíðimar, at sýna næmingunum tað mál, ið
okkara fedrar talaðu í fornöld, og tað mál, ið landsmenn skriva
nú á dögum.

Men hvör skuldi bera kostnaðin við at geva út hesa bók,
sum kravdist at vera heldur stór? Lögtingið, ið áður hevði latið
givið út lesibøkur fyri böm, helt seg ikki kunna hjálpa. Og
»Hitt føroyska bókmentafelagið« var enn ov fáment til at kunna
taka so stórt til. Men mær lukkaðist tá at fáa ymsar góðar
menn at skjóta saman pening so miklan til hesa bók, at
bók-mentafelagið tordi at fara undir tað, sum í vantaði, og sum tó
vildi vera størri parturin. Hesum monnum vil eg her siga góða
tökk fyri teirra hjálp.

Eg havi sjálvsagt í hesi bók nýtt ta somu stavseting sum
í teimum lesibókum, eg áður havi givið út fyri böm. Tó havi
eg viljað, at næmingamir í læraraskúlanum eisini skuldu kenna
ta stavseting, ið menn sum dr. phil. Jakob Jakobsen og lærarin
Joen Poulsen á Strondum vanliga nýta; tað sum eg havi tikið
frá teirra hond upp í hesa bók, havi eg tí latið prenta í
»broyting«.

Um henda bók nú kann gera nakran fullnað fyri seg sum
vegleiðari í føroyskum máli, skal eg ikki døma um, Mong eru
vomm hennara, tað síggi eg.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0007.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free