- Project Runeberg -  Lesibók /
1

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Um fornaldar og miðaldar skaldskap og
bókmentir, helst hjá Íslendingum.



Skaldmentirnar hjá Norðurfólkunum vóru sum hjá öðrum
fólkum í langar tíðir ein bert munnliga goymdur skaldskapur,
áðrenn tær vóru at skrivaðum bókmentum. Og tær møta
okkum fyrst sum yrkingar (í bundnum stíli).

Tað er so langtífrá, at teir menn av norrønari ætt, ið
festu búgv í teim skotsku oyggjunum og í Føroyum og
seinni á Íslandi, vóru ókunnigir við skaldmentir, at
víkingadagarnir (c. 800—c. 1000) vóru sannir gróðrardagar fyri
skaldmentir, helst har ið víkingar áttu samveru við
Ángulsaxar, Írar (Keltar) og Frakkar. Hesar skaldmentir, sum
yðjandi ríkar spretta fram í öllum víkingalondunum, líka frá
Grønlandi og norðasta Noreg til Danmarkar, eru kanska fyri
stóran partin ein endurnýggjan av gomlum norðurlanda
yrkingum og sögnum ella sögnum, ið ferðast hövdu frá öðrum
germanskum fólkum; tað er helst gomlum kappum, eldri enn
víkingatíðin, og teim fornu gudunum og lív teirra, at henda
yrking sigir frá, ið menn eru vanir at nevna eddukvæðini.
Men ríkast blómaði hesin skaldskapur í víkingabygdunum í
Vesturhavsoyggjunum, har víkingarnir hoyrdu Ángulsaxarnar
kvöða um fornaldar kappar, um Völund smið, um
Völsungar og Júkungar (Sjúrð Sigmundarson), um Tíðrik kong
(av Bern), um Húnakongar. — Nú eiga vit ikki nógv eftir
av hesum gomlu eddukvæðum, sum summi seinni í tíðini
eru skrivað upp í íslendskar skinnbøkur, meðan onnur eru
goymd í látínskum búnað hjá Saxo. Sum dømi hava
vit upp í hesa bók tikið eddukvæðið »Hamarsheimt eða
Þrymskviða« og nökur örindi úr eddukvæðinum »Hávamál«
(í nýføroyskari týðing), sum sýna okkum manna hugsan tá.

Men umframt »eddukvæðini« vóx fram í víkingatíðini

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0015.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free