- Project Runeberg -  Lesibók /
4

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

yrkingum (eddukvæðum); úr Snorra eddu hava vit tikið »Tórs
ferð til Útgarðaloka« og »Baldurs deyða«. Frá hesi tíðini
eru eisini »Fornaldarsögurnar« (ɔ: gamlar sagnir), sum
siga frá aldursgomlum, ofta felagsgermansku sögnum (t. d.
sagnirnar um Völund smið og Sjúrð Fávnisbana). Upp í
»Sögurnar« (Sagaerne) teljist eisini nøgd av sögum,
týddum úr fremmandum tungumálum
, helst látín (t.d. Postulasögur,
Heilagramannasögur, Alexandersöga, Trojumannasöga,
Rómverjasögur; Karlamagnússöga, Tíðrikssöga etc.).

Frá 12. og 13. árhundraði hava vit eisini stórar
íslendskar lógbøkur (t. d. »Grágásin«), nøgd av
prædikum og av lærdum bókaverkum av ymiskum slagi.
Stutt at siga frá — hesi tvey árhundraðir vóru ein avbera
rík andalig gróðurtíð hjá Íslendingum við sjaldsama sterkum
huga hjá almenningi eftir at lesa.

Men í 14. árhundraði kennist afturgongan. Av originalum
skapast ógviliga lítið (nakrar biskupasögur t. d.). Frá
söguligum tilburðum verður nú mest eina sagt frá í
annálunum, árbókum, sum ár fyri ár tekna upp tað, ið fyri fellur.
(Hesar annálar, ið longu byrja at siga frá tíðindum frá 12.
árhundraði, halda Íslendingar fram við at skriva seint niður
í tíðina). Men öll tey gomlu bókaverkini avskrivast og stór
bókasavn skapast, so hugurin at lesa er enn líka stórur. Sum
prosaskrivingin er eisini yrkingin á fallandi fóti; tó verður
bæði í hesum og næsta árhundraði yrkt nógv av gudiligum
innihaldi, um heilagar menn og Mariu moy, men tað mesta
av tí hevir lítið virði. Ein nýggj skaldskapsgrein, ið menn
nevna »rímur«, kemur fram í 14. árhundraði; men
innihaldið av teimum er bert tær gomlu skrivaðu sögurnar, ið
verða settar út til at »bera uppá rím« (jvf. okkara
kvæðayrking). Yrking av tílíkum rímum hava Íslendingar hildið
áfram við líka til okkara dagar, í tí at fólkið hevir kvoðið
hesar rímur í kvöldsetunum tey longu vetrarkvöldini. Meðan
Íslendingar í tí gamla dansinum hjá sær, vikivakadansinum,
ið fall burtur í 18. árhundraði, kvóðu »lyriskar« sangir, ofta
av gudiligum ella siðvenjandi innihaldi (vikivakakvæði).

*



<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0018.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free