- Project Runeberg -  Lesibók /
5

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Tórs ferð til Útgarðaloka



(í føroyskari týðing). [1]

Tað er upphav sögu hesar, at Akutórur fór við
havrum 1 sínum og reið 2,og við honum sá3 ásur, ið
Loki er kallaður; koma teir at kvöldi til ein bónda og
fáa har náttstað. Enn 4 um kvöidið tók Tórur havrar
sínar og skar báðar; eftir tað vóru teir flettir og bornir
til ketils. Enn ið 5 soðið6 var, tá settist Tórur til
náttverðar og teir lagsmenn. Tórur beyð til matar við sær
bóndanum og konu hans og börnum teirra; sonur
bónda hæt Tjálvi, enn Röskva dóttir. Tá legði Tórur
havursskinnini utar frá eldinum og mælti, at bóndi og
heimamenn hans skyldu kasta beinunum á havursskinnini.
Tjálvi, sonur bónda, helt á lærleggi havursins og spretti
á knívi sínum og breyt til mergjar. Tórur dvaldist
har um náttina; enn í óttu 7 fyri dag stóð hann upp og
klæđdi seg, tók hamarin Mjöllnir og brá upp og vígaði
havursskinnini; stóðu tá upp havrarnir, og var tá
annar haltur aftara føti. Tað fann Tórur og taldi, at
bóndin ella hjún hans mundi ikki skynsamliga hava
farið við beinum havursins; kennir hann, at brotin
var lærleggurin. Ikki tarv langt frá tí at siga; vita
megu tað allir, hvursu ræddur bóndin mundi verða, ið
hann sá, at Tórur læt síga brýnnar niður fyri eygu;
enn tað lítið ið sást av eygunum, tá hugsaði hann,
hann mundi falla fyri sjónini eini samt; hann herdi
hendurnar at hamarskaftinum, svá at hvítnaðu knúgvarnir.
Enn bóndin gjördi, sum vón var, og öll hjúnini,
kallaðu alsárliga, bóðu sær friðar, buðu, at fyri skyldi
koma 8 alt tað, ið tey áttu. Enn ið hann sá ræðslu
teirra, tá gekk av honum móðurin 9, og blídkaðist hann


[1] Málið í hesi føroyskari týðíng er eitt fornt, føroyskt mál,
fyri betri at vísa skyldskapin millum føroyskt og forníslendskt mál.

1 havur = bukkur; 2 reið (hon) = vagnur; 3 sá = tann;
4 enn = men; 5 ið = tá ið; 6 kókað; 7 ótta er seinnaparturin av
náttini fyri lýsing; 8 ɔ: í bót; 9 vreiðin.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0019.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free