- Project Runeberg -  Lesibók /
6

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

og tók av teim í sætt börn teirra, Tjálva og Rösku, og
gjördust tey tá skyldigir tænastumenn Tórs, og fylgja
tey honum javnan síðan.

Læt hann eftir har havrar og byrjaði ferðina
eystur í Jötunheimar og alt til havsins, og tá fór
hann út yvir havið tað hitt djúpa; enn ið hann kom
til lands, tá gekk hann upp, og við honum Loki og
Tjálvi og Röskva. Tá ið tey hövdu lítla stund gingið,
varð fyri teim skógvur stórur; gingu tey tann dag
allan til myrkurs. Tjálvi var allra manna fóthvatligastur [1];
hann bar matskjáttu Tórs, enn til vistar var
ikki gott [2]. Tá ið myrkt var vorðið, leitaðu teir sær til
náttstaðar og funnu fyri sær skála almiklan, vóru dyr
á enda og javnbreiðar skálanum; har leitaðu teir sær
náttbóls. Enn um miðja nátt varð landskjálfti mikil,
gekk jörðin undir teim í skökum, og skalv húsið; tá
stóð Tórur upp og heitti á lagsmenn sínar, og leitaðu
sær fyri og funnu avhús til høgri handar í miðjum
skálanum og gingu hagar; settist Tórur í dyrnar, enn
tey önnur vóru innar frá honum, og vóru tey rædd,
enn Tórur helt hámarskaftinum og ætlaði at verja seg;
tá hoyrdu tey dun mikið og gný. Enn ið kom at
dimmalætting, tá gekk Tórur út og sær, hvar lá maður
skamt frá honum í skóginum, og var sá ikki lítil; hann
svav og reyt sterkliga. Tá tóktist Tórur skilja, hvat
lætum[3] verið hevði ura náttina; hann spennir seg
megingjörðum, og vóx honum ásmegin[4]; enn í tí vaknar sá
maður og stóð skjótt upp; enn tá er sagt, at tá
einusinni varð Tóri svá bilt við[5], at hann gloymdi at sláa
hann við hamrinum, og spurdi hann at navni, enn sá
nevndist Skrýmir; »enn ikki tarv eg«, segði hann, »at
spyrja teg at navni, kenni eg, at tú ert Ásatórur; enn
hvört hevir tú[6] drigið burt hanska mín?« Rætti tá
Skrýmir hond út og tók upp hanska sín; sær Tórur tá,
at tað hevði hann haft um náttina til skála, enn
avhúsið, tað var tummilin hanskans. Skrýmir spurdi, um
Tórur vildi hava seg til fylgisneyta, enn Tórur játtaði
tí. Tá tók Skrýmir og loysti matskjáttu sína og bjóst
til at eta dögurð, enn Tórur í öðrum stað og hans
felagar. Skrýmir beyð tá, at teir lögdu saman mat



[1] fótskjótastur;
[2] ilt var at fáa mat, vist;
[3] lát (tey), læti (tey), lótir;
[4] gudakraftin;
[5] ta eini ferð varð T. so bilsin;
[6] manttú hava.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0020.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free