- Project Runeberg -  Lesibók /
7

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

teirra, enn Tórur játtaði tí; tá bant Skrýmir nest[1]
teirra alt í ein drölt og legði sær á bak; hann gekk
fyri um dagin og steig heldur stórum, enn síðan at
kvöldi leitaði Skrýmir teim náttstaðar undir eik miklari.
Tá mælti Skrýmir til Tórs, at hann vil leggjast niður
at sovna; »enn tær takið nestskjáttuna og búið ydur[2] til
nátturðar«. Tí næst sovnar Skrýmir og reyt fast; enn
Tórur tók nestskjáttuna og skal loysa; enn svá er at
siga, sum ótrúligt man tykja, at ongan knút fekk hann
loyst og ongan álarendan vikað, svá at tá væri[3]
leysari enn áður. Og ið hann sær, at hetta verk má[4] ikki
gagna, tá varð hann reiður, greip hamarin Mjöllnir
tveim hondum og steig fram öðrum føti at har, ið
Skrýmir lá, og slær hann í hövur; enn Skrýmir vaknar
og spyr, hvört[5] leyvsblað nakað var fallið honum í
hövur, ella hvört teir hövdu tá etið og vóru búnir til
rekkja[6]. Tórur sigir, at teir munu tá ganga at sova.
Ganga tey tá undir aðra eik. Er tað tær satt at siga,
at ikki var tá óttaleyst at sova. Enn at miðjari nátt
tá hoyrir Tórur, at Skrýmir rýtur og svevur fast, svá
at dunar í skóginuin. Tá stendur hann upp og gongur
til hans, reiggjar hamarin títt og hart og slær hann
oman í miðjan hvirvil; hann kennir, at hamarsmuðurin
sökkur djúpt í hövdið. Enn í tí bili vaknar Skrýmir
og mælti: »Hvat er nú? fell eitt aldan[7] í hövur mær?
ella hvat er títt um teg[8], Tórur?« Enn Tórur gekk
aftur skyndiliga og svarar, at hann var tá nývaknaður,
segði, at tá var mið nátt, og enn væri mál[9] at sova.
Tá hugsaði Tórur tað, um hann kom svá í føri at sláa
hann hitt triðja högg, at aldri skyldi hann síggja seg
síðan; liggur nú og gætir, um Skrýmir sovnaði fast.
Enn lítið fyri dimmalætting tá hoyrir hann, at Skrýmir
man hava sovnað, stendur tá upp og loypur at honum,
reiggjar tá hamarin av öllum alvi og slær á tunnvangan,
tann ið upp horvdi; sökkur tá hamarin upp at
skaftinum. Enn Skrýmir settist upp, streyk um vangan
og mælti: »hvört munu fuglar nakrir sitja í trænum
yvir mær? meg grunaði, ið eg vaknaði, at nakað
avrisp av kvistunum fell í hövur mær; hvört vakir
tú, Tórur? Mál man vera upp at standa og


[1] ferðamat;
[2] tykkum;
[3] var, bleiv;
[4] kann;
[5] um;
[6] songa;
[7] frukt av trænum;
[8] hvussu veit við hjá tær;
[9] tíð.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0021.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free