- Project Runeberg -  Lesibók /
8

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

klæðast, enn ikki eigu tær nú langa leið fram til
borgarinar, ið kallað er Útgarður. Hoyrt havi
eg, at tær havið teskað ímillum tykkara, at eg var ikki
lítil maður vöxti, enn síggja skulu tær har størri menn,
ið tær komið í Útgarð. Nú man eg ráða ydur heilræði[1]:
láti tær ikki ov stórbær, ikki munu hirðmenn
Útgarðaloka væl tola orðabrask av tílíkum kögulsveinum[2];
enn at öðrum kosti hvörvið aftur, og tann[3] ætli eg at
vera tann betra hjá tykkum at taka. Enn um tær
viljið fram fara, tá stevni tær í eystur, enn eg eigi nú
leið norður til fjöll hesi, ið tær nú munu síggja mega«.
Tekur Skrýmir nestskjáttuna og kastar á bak sær og
snýr tvört burt í skógin frá teim, og er tess ikki gitið,
at æsirnir bóðu teir heilar hittast.

Tórur fór fram á leið og teir felagar, og gekk
fram til miðdags; tá sóu teir borg standa á völlum
nökrum og settu nakkan aftur á bak sær, áðrenn teir
fingu sætt upp yvir; ganga til borgarinar, og var grind
fyri borgliðinum og lokin[4] aftur. Tórur gekk á grindina
og fekk ikki upp lokið; enn ið teir troyttu[5] at komast
í borgina, tá smugu teir millum spölanna[6] og komu svá
inn; sóu tá höll mikla og gingu hagar; var hurðin
opin; tá gingu teir inn og sóu har margar[7] menn á
tvá[8] bekkir og at flestir vóru stórir. Tí næst koma
teir fyri konungin, Útgarðaloka, og kvaddu[9] hann, enn
hann leit seint til teirra og gletti um tonn og mælti:
»seint er um langan veg at spyrja sonn tíðindi; ella
er tað annan veg[10], enn eg hugsi, at hesin sveinpiltur er
Akutórur? enn meiri mant tú vera, enn mær tykist tú;
ella hvat ídrótta er tað, ið tær felagar tykjast vera
búnir við? Eingin skal her vera med oss, sá ið ikki
kann einahvörja list ella kunni fram um flestar menn«.
Tá sigir sá, ið síðst gekk, ið Loki heitir: »kann eg ta
ídrótt, ið eg eri albúgvin at royna, at eingin er her sá
inni, ið skjótari skal eta mat sín enn eg«. Tá svarar
Útgarðaloki: »ídrótt er hatta, um tú evnir, og freista
skalt tú hesa ídrótt«; kallaði utar á bekkin, at sá, ið
Logi heitir, skal ganga á gólv fram og freista seg
ímóti Loka. Tá var tikið trog eitt og borið inn á
hallargólvið og fylt av slátri[11]; settist Loki at öðrum


[1] eitt gott ráð;
[2] smásveinum;
[3] ɔ: kostin;
[4] latin;
[5] royndu sum mest;
[6] rimana;
[7] mangar;
[8] tveir;
[9] heilsaðu;
[10] öðrvísi;
[11] kjöt.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0022.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free