- Project Runeberg -  Lesibók /
9

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

enda, enn Logi at öðrum, og ótu báðir sum tíðast, og
møttust í miðjum troginum; hevði tá Lokið etið slátur
alt av beinum, enn Logi hevði etið slátur alt og beinini
við og svá trogið; og tóktist nú öllum, sum Loki hevði
látið leikin[1]. Tá spyr Útgarðaloki, hvat sá hin ungi
maður kann leika. Enn Tjálvi sigir, at hann man freista
at renna skeið[2] nökur við einhvönn tann, ið Útgarðaloki
fær til. Hann sigir, Útgarðaloki, at hetta er góð
ídrótt, og heldur, at honum krevur at vera væl at sær
búgvin til skjótleika, um hann skal hesa ídrótt inna;
enn tó skal hann skjótt freista hetta. Stendur tá upp
Útgarðaloki og gongur út, og var har gott skeið at
renna eftir slættum velli. Tá kallar Útgarðaloki til sín
sveinpilt ein, ið nevndur er Hugi, og bað hann renna
í kapp við Tjálva. Tá taka teir hitt fyrsta skeið, og
er Hugi tí[3] fremri, at hann snýst aftur ímóti honum at
skeiðs enda. Tá mælti Útgarðaloki: »turva mant tú,
Tjálvi, at leggja teg meir fram, um tú skalt vinna
leikin; enn tó er tað satt, at ikki hava her komið teir
menn, ið mær tykjast fóthvatligari enn svá«. Tá taka
teir aftur annað skeið, og tá ið Hugi er komin til
skeiðs enda, og hann snýst aftur, tá var langt kolvskot[4]
til Tjálva. Tá mælti Útgarðaloki: »væl tykir mær Tjálvi
renna; enn ikki trúgvi eg honum nú, at hann vinnur
leikin, enn nú man hann royna, ið teir renna hitt
triðja skeiðið«. Tá taka teir enn skeið; enn ið Hugi er
komin til skeiðs enda og snýst aftur, tá er Tjálvi ikki
komin á mitt skeiðið; tá siga allir, at roynt er um
henda leik. Tá spyr Útgarðaloki Tór, hvat ídrótta tað
man vera, ið hann man vilja birta fyri[5] teim, svá
miklar sögur sum menn hava gjört um stórvirki hans.
Tá mælti Tórur, at helst vil hann tað taka til, at troyta
drykkju við einhvönn mann. Útgarðaloki sigir, at tað
má væl vera, og gongur inn í höllina og kallar
skutilsvein sín, biður, at hann tekur vítishorn[6], tað ið
hirðmenn eru vanir at drekka av. Tí næst kemur fram
skutilsveinurin við horninum og fær Tór í hond. Tá
mælti Útgarðaloki: »av horni hesum tykir tá væl
drukkið, um í einum drykki gongur av, enn sumir
menn drekka av í tveimum drykkjum, enn eingin er


[1] tapt;
[2] renningarmál, kappganga;
[3] so mikið;
[4] kolvur = örvur, pílur;
[5] sýna;
[6] ið hirðmenn skufdu drekka av til vitis (til
revsingar) tann, ið ikki kom til borðs í tøkan tíma.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0023.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free