- Project Runeberg -  Lesibók /
10

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

svá lítil drykkjumaður, at ikki gongur av í trimum«.
Tórur lítur á hornið, og sýnist ikki mikið, og er tó
heldur langt, enn hann er nógv tystur; tekur at drekka
og svölgir alstórum og hugsar, at ikki skal turva at
lúta oftari á sinni í hornið. Enn ið hann ikki longur
kundi halda andan, og hann lútaði úr horninuin og sær,
hvat leið drykkinum, tá tykist honum svá, sum allítil
munur man vera, at nú er lægri í horninum enn áður.
Tá mælti Útgarðaloki: »Væl er drukkið, tó ikki ov
mikið; ikki mundi eg trúgva, um mær væri sagt frá,
at Ásatórur mundi ikki meiri drykk drekka; enn tó
veit eg, at tú mant vilja drekka av í öðrunt drykki«.
Tórur svarar einki, setur hornið á munn sær og hugsar
nú, at hann skal drekka meiri đrykk, og troytir á
drykkjuna, surn andin rökk honum longst, og sær enn,
at stikulin hornsins vil ikki upp svá nógv, sum honum
líkar; og ið hann tók hornið av munni sær og sær,
tykist honum nú svá, sum minni hevði minkað enn í
hinum fyrra sinni; er nú gott berandi borð á horninum.
Tá mælti Útgarðaloki: »hvat er nú, Tórur? mant tú
nú ikki spara teg til ein drykk meiri, enn tær man
gagn í vera? Svá tykist mær, um tú skalt nú drekka
av horninum hin triðja drykkin, sum hesin man vera
mestur ætlaður; enn ikki mantú her med oss[1] mega
heita svá mikil maður, sum æsir kalla teg, um tú gert
ikki meiri av tær um aðrar leikir, enn mær tykist, sum
um hendan man vera«. Tá varð Tórur reiður, setur
hornið á munn sær og drekkur, sum alsterkast hann
kann, og troytir sum longst á drykkin; enn ið hann sá
í hornið, tá mundi nú helst nakar munur hava fingist á, og
tá býður hann hornið upp og vil ikki drekka meira.
Tá mælti Útgarðaloki: »eyðsætt er nú, at máttur tín
er ikki svá mikil, sum vær hugsaðum; enn vilt tú
freista fleiri leikir? Síggjast kann nú, at ikki
gagnast tær slíkt«. Tórur svarar: »freista má eg enn
einarhvörjar leikir, enn undarliga mundi mær tykja, tá
ið eg var heima hjá ásum, um tílíkir drykkir vóru svá
lítlir kallaðir. Enn hvat leik viljið tær nú bjóða mær?«
Tá mælti Útgarðaloki: »tað gera her ungir sveinar, ið
lítið roysni man tykjast, at hevja upp av jörð kött
mín; enn ikki mundi eg kunna at mæla tílíkt við


[1] hjá okkum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0024.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free