- Project Runeberg -  Lesibók /
11

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Ásatór, um eg ikki hevði sætt fyrr, at tú ert nógv minni
fyri tær[1], enn eg hugsaði«. Tí næst leyp fram kóttur
ein gráur á hallargólvið og heldur mikil; enn Tórur
gekk til og tók hendi síni niður undir miðjan kviðin
og lyfti upp, enn kötturin skeyt upp ryggin, svá sum
Tórur rætti upp hondina; enn ið Tórur toygdi seg svá
langt upp, sum hann mátti longst, tá lætti kötturin
einuin føti, og fær Tórur ikki framt henda leik. Tá
mælti Útgarðaloki: »svá fór hesin leikur, sum meg
vardi; kötturin er heldur mikil, enn Tórur er lágur og
lítil hjá stórmenni tí, sum her er med oss«. Tá mælti
Tórur: »svá lítlan sum tær kallið meg, tá gangi nú til
einhvör og fáist við meg, nú eri eg reiður«. Tá svarar
Útgarðaloki og lítist um á bekkirnar og mælti: »ikki
síggi eg tann mann her inni, ið ikki man skomm tykja
í at fáast við teg«; og enn mælti hann: »Latum oss
síggja fyrst, kalli mær hegar kerlingina, fostru mína
Elli, og fáist Tórur við hana, um hann vil; felt hevir
hon teir menn, ið mær hava tykist ikki ósterkari, enn
Tórur er«. Tí næst gekk í höllina kerling ein gomul.
Tá mælti Útgarðaloki, at hon skal taka fang við
Ásatór. Ikki er langt um at gera: svá fór fang tað, at
tess harðari ið Tórur knógvaðist at fanginum, tess
fastari stóð hon; tá tók kerling at leita til bragda, og
varð Tórur tá leysur á fótum, og vóru tær syftur
alharðar, og ikki leingi, áður enn Tórur fell á knæ
öðrum foti. Tá gekk til Útgarðaloki, bað tey gevast við
fanginum og segði svá, at Tórur mundi ikki turva at
bjóða fleiri monnum fang í hans höll; var tá og liðið
á nátt, vísti Útgarðaloki Tóri og teim felögum til sætis,
og dvöljast har náttlangt í góðum fagnaði.

Enn at morni, hegar dagaði[2], stendur Tórur upp
og teir felagar, klæða seg og eru búnir burt at ganga.
Tá kom har Útgarðaloki og læt seta teim borð; skortaði
teim tá ikki góðan fagnað, mat og drykk. Enn ið
teir hava matast[3], tá snúgvast teir til ferðar.
Útgarðaloki fylgir teim út, gongur med teim burt úr borgini;
enn at skilnaði tá mælti Útgarðaloki til Tórs og spyr,
hvussu honum tykir ferð sín vorðin, ella hvört hann
hevir hitt ríkari mann nakran enn seg. Tórur svarar,
at ikki kann hann tað siga, at hann ikki hevir fingið


[1] nógv minni kraftagóður;
[2] strax tað lýsti fyri degi;
[3] etið.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0025.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free