- Project Runeberg -  Lesibók /
12

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

mikla ósømd í teirra viðurskiftum; »enn tó veit eg, at
tær munuð kalla meg lítlan mann fyri mær, og líkar
mær tað illa«. Tá mælti Útgarðaloki: »nú skal siga
tær hitt sanna, ið tú ert komin úr borgini, og um eg
livi og má ráða, tá skalt tú aldri oftari í hana koma;
og tað veit trú mín, at aldri hevði tú í hana komið,
um eg hevði vitað áður, at tú hevði svá mikla kraft
med tær, og tú hevði haft oss svá nær miklum óføri.
Enn hvörvusjónir havi eg gjört tær, og fyrsta sinni á
skóginum kom eg til fundar við ydur; og tá ið tú
skuldi loysa matskjáttuna, tá hevði eg bundið hana med
gandajörnum, enn tú fanst ikki, hvar upp skuldi lúka[1].
Enn tí næst slóst tú meg við hamrinum trý högg, og
var hitt fyrsta minst, og var tó svá mikið, at mær
mundi endast til bana, um á hevði komið; enn har ið
tú sást hjá höll míni hellu, og har sást tú oman í
tríggjar dalir ferskoyttar og ein djúpastan, tað vóru
hamarspor tíni; helluni brá eg fyri höggini, enn ikki
sást tú tað. Svá var og um leikirnar, ið tær troyttuð
við hirðmenn mínar, tá var tað hitt fyrsta, ið Loki
gjördi; hann var nógv svöltur[2] og át títt; enn sá, ið
Logi hæt, tað var brennulogi, og brendi hann ikki
seinni trogið enn slátrið. Enn ið Tjálvi troytti rásina
við hann, ið Hugi hæt, tað var hugi mín, og var Tjálva
ikki vónaligt at troyta skjótføri við hann[3]. Enn ið tú
drakkst av horninum, og tókti tær seint líða; enn tað
veit trú mín, at tá varð tað undur, ið eg mundi ikki
trúgva vera kundi; annar endi hornsins var úti í havi,
enn tað sást tú ikki; enn nú, ið tú kemur til sjóvarins,
tá mant tú síggja mega, hvörja minkan tú hevir drukkið
á sjónum«. Tað eru nú fjörur kallaðar. Og enn mælti
hann: »ikki tókti mær hitt minni vera vert, at tú lyfti
upp köttinum, og tær satt at siga, tá ræddust allir teir,
ið sóu, at tú lyfti av jörð einum føtinum; enn sá
köttur var ikki, sum tær sýndist; tað var
Miðgarðsormur, ið liggur um lond öll, og rökk honum varla
longdin til, at sporl og hövur náddu jörðini; og svá
langt toygdist tú upp, at skamt var tá til himins. Enn
hitt var og mikið undur um fangið, ið tú fekkst við
Elli; fyri tí at eingin hevir sá verið, og eingin man


[1] lata;
[2] svangur;
[3] kundi ikki vónast at vera so skjótur sum hann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0026.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free