- Project Runeberg -  Lesibók /
38

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

— og hvörgin talaði öðrum til um tað. Kolur æt
hövuðshúskallur Hallgerðar. Hann hevði verið hjá henni
leingi og var hitt størsta illmenni. Svartur æt maður;
hann var húskallur hjá Njáli og Bergtóru, og dámdi
teimum hann væl. Bergtóra segði við hann, at hann
skuldi fara í Reyðuskriður og högga við, — »men eg
vil fáa menn at draga viðin heim.« Hann segði seg
vilja útinna tað, ið hon legði fyri hann. Hann fór upp
í Reyðuskriður. Tók hann har at högga við og skuldi
vera har eina viku. Nakrir biddarar komu til Líðarenda
eystan frá Markarfljóti og sögdu, at Svartur hevði
verið í Reyðuskriðum og högt við í stórum. »So man
vera ætlan Bergtóru,« sigur Hallgerð, »at ræna frá mær
nógv; men tí skal eg ráða fyri, at hann ikki höggir
oftari.« Rannveig, móðir Gunnars, hoyrdi hetta og
mælti: »Góðar hava húsfrýr verið hilđnar her eysturi,
tó at tær ikki hava elvt monnum bana.«

Nú leið náttin, og um morgunin kom Hallgerð á
mál við Kol og mælti: »Eitt verk havi eg hugsað tær«
— og fekk honum öxi — »far tú í Reyðuskriður. Har
manst tú finna Svart.« »Hvat skal eg honum,« sigur
hann. »Spyr tú um tað,« sigur hon, »tú sum ert hitt
størsta illmenni. Drepa skalt tú hann,« sigur hon. »Tað
kann eg væl,« sigur hann, »men tað eru tó líkindi til,
at tað vil galda lív mítt.« »Öllum ert tú ræddur fyri,«
sigur hon, »og illa bert tú teg at, meðan eg í öllum
lutum havi vart teg. Eg man fáa ein annan mann at
gera hetta, um tú ikki torir.« Hann tók öxina og var
ógviliga vreiður, og tekur ein hest, ið Gunnar átti og
ríður, til hann kemur eystur at Markarfljóti. Har steig
hann av baki og bíðaði í skóginum, til teir hövdu borið
viðin oman, og Svartur var einsamallur eftir. Loypur
tá Kolur at honum og mælti: »Fleiri munu kunna
at högga stórt enn tú einsamallur,« og setti honum
öxina í hövdið og högdi hann banahögg, og ríður síðan
heim og sigur Hallgerð víggið. »Væl veri tær komandi,«
sigur hon, »og skal eg varðveita teg so, at teg skal
einki saka.« »Tað kann vera,« sigur hann, »men annað
droymdi meg tó, áðrenn eg útinnti víggið.« Koma
teir nú upp í skógin og finna Svart dripnan og flyta
hann heim. —

Hallgerð sendi mann til tings at siga Gunnari
víggið. Gunnar lastaði ikki Hallgerð fyri

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0052.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free