- Project Runeberg -  Lesibók /
39

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

sendimanninum — og menn vistu ikki, um honum tókti tað væl
ella illa. Eina lötu seinni stóð hann upp og bað menn
sínar ganga við sær. Teir so gjördu og fóru til búðar
Njáls. Gunnar sendi mann eftir Njáli og bað hann
koma út. Njál gekk út alt í einum, og gingu hann og
Gunnar á tal. Gunnar mælti: »Víggj havi eg at siga
tær — og volt tað hevir Hallgerð kona mín, men vegið
hevir Kolur húskallur mín, men fyri hevir verið
Svartur húskallur tín.« Njál tagdi, meðan Gunnar segði
söguna. Tá mælti Njál: »Tú tarvt tó at halda henni eitt
sindur aftur.« Gunnar mælti: »Sjálvur skalt tú døma.«
Njál mælti: »Strævið man tær fara at verða at bøta
allar illgerðir Hallgerðar; og aðrar staðir man tað
valda størri óhapp enn her, hvar vit báðir eiga
viðurskifti saman; tó vantar her mikið á, at her veit væl
við, og munu vit hava neyðugt at minnast tað, at vit
báðir hava leingi verið væl kendir; og vóni eg góðan
atburð av tær; men tó manst tú fara at møðast at
endanum.« Njál tók sjálvdømi av Gunnari og mælti:
»Ikki vil eg gera nógv av í hesum máli; tú skalt gjalda
tólv oyru í silvuri. Men tað vil eg tó skila til, at um
nakað spyrst úr mínum garði, sum tú eigir at gera
avgerð um, at tú so gert avgerðina líka lagaliga.«
Gunnar segði, at tað kundu vera líkindi til. Gunnar
greiddi peningin úr hondum og reið síðan heim. Njál
kom heim av tingi og synir hans. Bergtóra sá peningin
og mælti: »Væl er her komið á sátt; men eins
mikið fæ skal koma fyri Koi, tá ið stundir líða.«
Gunnar kom heim av tingi og talaði at Hallgerð. Hon
segði, at mangar staðir lógu betri menn óbøttir.
Gunnar segði, at hon mátti ráða fyri tí, hon hevðist at, —
»men eg skal ráða, hvussu málini endast.« — Hallgerð
erpti sær javnan av víggi Svarts, men Bergtóru líkaði
tað illa.

Njál fór niðan í Tórólvsfelli og synir hans at fáa
viðurskiftini í lag har. Men sama dagin bar so á, tá
ið Bergtóra var úti, at hon sá mann ríða at garði
á svörtum hesti. Hon stedgaði og gekk ikki inn. Hon
kendi ikki mannin. Hesin maður hevði spjót í hendi
og var gyrdur við knívi. Hon spurdi henda mann at
navni. »Atli eiti eg,« segði hann. Hon spurdi,
hvaðan hann var. »Eg eri eystfirðskur maður,« sigur
hann. »Hvar skalt tú fara?« sigur hon. »Eg eigi mær

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0053.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free