- Project Runeberg -  Lesibók /
40

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

einki innivist,« sigur hann, »og eg ætlaði at finna Njál
og Skarpheðin og vita, um teir vildu taka móti mær.«
»Hvat arbeiði dugir tú at gera?« sigur hon. »Eg eri
akurdyrkari, men mangt kann eg at inna,« sigur hann;
»men ikki vil eg dylja fyri tí, at eg eri harðlyndur
maður, og mangur hevir kent sviðan av tí.« »Ikki
lasti eg teg fyri tað,« sigur hon, »at tú ert ikki
ræddur.« Atli mælti: »Hevir tú nakað ræði her?« »Eg eri
kona Njáls,« sigur hon, »og eg festi arbeiðsfólk eins
og hann.« »Vilt tú taka við mær?« sigur hann. »Eg
vil leggja tær treytir við,« sigur hon, »at tú vilt útinna
alt tað, ið eg leggi fyri teg, um so er, at eg vil senda
teg at ráða monnum bana«. »Tú eigir slíkar menn at
ráða yvir,« sigur hann, »at tær man ikki vera törvur
á mær til tílíkt.« »Eg bjóði teir kostir, ið eg vil,«
sigur hon. »Latum okkum gera so av,« segði hann.
So tók hon við honum. Njál kom heim og synir hans.
Njál spurdi Bergtóru, hvör maður hann var. »Hann
er húskallur tín,« sigur hon, »og eg havi fest hann, tí
at hann segði seg vera ikki latan í hondunum.« »Stórvirkin
er hann ivaleyst,« sigur Njál, »men ikki veit
eg, um hann er góðvirkin«. Skarpheðini dámdi
væl Atla.

Njál reið til tings um summarið og synir hans.
Gunnar var á tingi. Njál tók upp peningapung, tá
ið hann fór heiman. Skarpheðin spyr: »Hvat pengar
er hetta, faðir?« »Her eru teir pengar,« sigur Njál,
»sum Gunnar rindaði mær fyri heimamann okkara
síðsta summar.« »Teir kunna verða hentir,« segði
Skarpheðin og gletti á tonn. —

Nú er at taka til heima, at Atli spurdi Bergtóru,
hvat hann skuldi gera um dagin. »Hugsað havi eg
tær eitt arbeiði,« sigur hon, »tú skalt fara og leita
eftir Koli, til tú finnur hann; tí at nú skalt tú vega
hann í dag, um tú vilt gera vilja mín.« »Tað hóskar
væl,« sigur Atli, »tí at illmenni eru vit báðir; men eg
skal tó fáa tað soleiðis í lag, at annar okkara skal
doyggja«. »Væl veri tær fyri,« sigur hon, »og tú
skalt ikki gera tað fyri einki.« Hann fór og tók
vápn síni og hest og reið av stað. Hann reið eystur
til Fljótslíðar og møtti har monnum, ið komu frá
Líðarenda. Teir áttu heima eysturi í Mörk. Teir
spurdu Atla, hvar hann ætlaði sær. Hann segði seg

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0054.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free