- Project Runeberg -  Lesibók /
41

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

fara at leita eftir einum rossi. Teir hildu tað vera
lítið örindi fyri slíkan arbeiðsmann — »men tó er
best at spyrja teir, ið hava verið á ferð í nátt.«
»Hvörjir eru teir?« sigur hann. »Víggja-Kolur,
húskallur Hallgerðar,« sögdu teir, »hann fór í áðni frá
seyðahúsinum og hevir vakt í alla nátt«. »Ikki veit
eg, um eg tori at hitta hann,« sigur Atli, »hann er illur
í skapi, og best er at vera varin og taka dømi í annans
mans skaða«. »Ikki tykist okkum, at tú sært út at
vera heilt ræddur,« siga teir og vísa honum, hvar Kolur
er. Hann díkir tá á hest sín og ríður hart. Og tá ið
hann møtti Koli, mælti Atli til hansara: »Gongur væl
í hond við arbeiðinum?« »Tað kemur tær einki við, títt
ótíggi,« sigur Kolur, »og ongum har haðani tú ert«.
Atli mælti: »Tað strævnasta eigir tú eftir og tað er at
doyggja«. Síðan legði Atli við spjótinum til hansara og
rakaði hann á miðjuna. Kolur reiggjaði við öxini til
hansara, men rakaði hann ikki. Síðan fell Kolur av baki
og doyði strax. Atli reið, til hann fann arbeiðsmenn
Hallgerðar og mælti: »Farið niðan til hestin hjá Koli
og ansið eftir honum. Kolur er fallin av baki og hann
er deyður«. »Hevir tú dripið hann,« sögdu teir. Hann
svarar: »So man tykjast Hallgerð, sum hann ikki er
sjálvdeyður«. Síðan reið Atli heim og segði Bergtóru
víggið. Hon takkar honum fyri hetta verk og fyri
tey orð, hann hevði haft. »Ikki veit eg,« sigur Atli
»hvussu hetta man fara at líka Njáli«. »Sáttliga man
hann fara at taka tað,« sigur hon, »og eg kann siga
tær eitt til merkis um tað — at hann hevir tikið við
sær til tings tað trælagjaldið, sum vit fingu síðsta
summar, og tað man nú verða latið fyri Kol. Men tó
at sáttir verða gjördar, skalt tú tó vera varin um teg;
tí at Hallgerð man ongar sáttir halda«. »Vilt tú ikki
senda mann til Njáls at siga honum víggið,« sigur
Atli. »Ikki vil eg tað,« sigur hon, »tí mær dámdi
betur, at einki varð goldið fyri Kol«. Tey endaðu
nú samtaluna. Hallgerð varð sagt dráp Kols og
ummæli Atla. Hon segði, hon skuldi løna Atla.
Hon sendi mann til tings at siga Gunnari dráp Kols.
Hann svaraði fátt og sendi mann at siga Njáli frá.
Hann svaraði einki. Skarpheðin mælti: »Mætari
stórverksmenn gerast trælir nú, enn teir fyrr hava verið;
tá flugu teir hvör á annan — og eingin legði lag í tað

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0055.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free