- Project Runeberg -  Lesibók /
42

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

— men nú vilja teir drepast« — og gletti á tonn.
Njál rykti peningapungin niður, sum uppi hekk í
búðuni, og gekk út. Synir hans fóru við honum.
Teir gingu til búðar Gunnars. Skarpheðin segði við
ein mann, ið stóð í búðardurunum: »Síg tú Gunnari,
at faðir mín vil finna hann.« Hann sigur Gunnari tað.
Gunnar gekk út alt í einum og fagnaði Njáli og sonum
hans væl. Síðan gingu teir á tal. »Illa veit nú við,«
sigur Njál, »at hústrú mín skal hava brotið friðin og
latið drepa húskall tín.« »Einki ámæli skal hon hava
av hesum,« sigur Gunnar. »Døm tú nú málið,« sigur Njál.
»So vil eg gera,« sigur Gunnar, »lati eg teir menn vera
javndýrar, Svart og Kol: tú skalt greiða mær tólv oyru í
silvuri.« Njál tók peningapungin og flýddi Gunnari. Hann
kendi pengarnar, — at tað vóru teir somu, sum hann
hevði greitt Njáli. Fór Njál nú til búðar sínar. Og
teir vóru líka góðir enn sum áður. Tá ið Njál kom
heim, hevði hann at Bergtóru. Men hon segðist aldri
vilja víkja fyri Hallgerð. Hallgerð fanst nógv at
Gunnari, tí hann hevði sætst um víggið. Gunnar segðist
aldri vilja broyta viðurskifti síni við Njál og synir
hans. Hon leikaði óð, men Gunnar gav tí ikki gætur.
Teir ansaðu nú eftir tann veturin, at einki barst á. —

Um várið segði Njál við Atla: »Tað vildi eg, at
tú fórt eystur til fjarða, at ikki Hallgerð skal taka teg
av dögum«. »Ikki ræðist eg tað,« sigur Atli, »og vil eg
vera heima, um mær loyvist«. »Tað er tó heldur
óráðiligt,« sigur Njál. »Betur tykir mær at lata lív í
tínum húsi,« sigur Atli, »enn skifta húsbónda. Men tað
vil eg biðja teg, um eg verði vegin, at so ongar
trælabøtur koma fyri meg«. »Tú skalt verða bøttur sum
frælsur maður,« sigur Njál, »men Bergtóra man lova
tær tað, sum hon man evna, at mannahevndir munu
koma fyri teg«. Atli varð so verðandi hjá teimum. —

Nú er at siga frá Hallgerð, at hon sendi mann
vestur til Bjarnarfjarðar eftir Brynjólvi rósta, frænda
sínum. Hann var loyngitin sonur Svans. Hann var
hitt størsta illmenni. Gunnar visti einki til hetta.
Hallgerð segði, at hon helt hann vera væl skikkaðan
til hövuðshúskall. Brynjólvur kom vestan; og Gunnar
spurdi, hvat hann skuldi. Hann segði, at hann skuldi
vera har. »Ikki manst tú bera okkum eydnu til húsa,
so er mær frá tær sagt,« segði Gunnar, »men ikki man

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0056.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free