- Project Runeberg -  Lesibók /
44

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Hallgerðar verða tær«. Teir gingu til fundar við Njál.
Gunnar mælti: »Víggj Atla havi eg at siga tær,« og
sigur honum, hvör hann vá, »og vil eg nú bjóða tær
bót afturfyri, og vil eg, at tú leggur á sjálvur«. Njál
mælti: »Tað eru vit sameintir um, at einki skal slíta
vinskap okkara; men tó vil eg ikki meta hann javnt
við træl.« Gunnar segði, at tað var beint og rætti
fram hondina. Njál nevndi sær vitni, og teir sættust
við hesum treytum. Skarpheðin mælti: »Ikki letur
Hallgerð húskallar várar doyggja av elli.« Gunnar
mælti: »Svá man móðir tín ætla til, at ymsir eiga högg
í garði«. »Tað eru líkindi til tess,« sigur Njál. Síðan
legði Njál á hunđrað í silvuri, og Gunnar rindaði við
tað sama. Mangir, ið hjá stóðu, mæltu, at mikið var
lagt á; men Gunnar illskaðist og segði, at teir vóru
bøttir við fullum bótum, ið ikki vóru raskari menn,
enn Atli var. Riðu teir við tað heim av tingi.

Bergtóra segði við Njál, tá ið hon sá peningin: »Evnt
tykist tú hava heiti títt, men enn er eftir heiti mítt.«
»Eingin neyðsyn er á, at tú evnir tað,« sigur Njál.
»Annað hevir tú tó hildið,« segði hon, »og skal so
vera«. — Í annan stað mælti Hallgerð við Gunnar:
»Hevir tú goldið hundrað í silvuri fyri víggj Atla og
gjört hann frælsan mann?« »Frælsur var hann áður,«
sigur Gunnar, »annars skal eg ikki gera heimamenn
Njáls óbótamenn«. »Líkir kunna tit báðir vera, tú og
Njál, tit eru báðir ræddir,« sigur hon. »Tað er sum
tað roynist,« sigur hann. Var tá Gunnar leingi kaldur
við hana, til hon blíðkaði seg aftur. Nú er kvirt henda
vetur. Um várið fekk Njál sær ikki fleiri arbeiðisfólk.
Nú ríða menn til tings um summarið. —

Tórður æt maður. Hann varð kallaður sonur
hins frígivna. Sigtryggur æt faðir hans, og hevði
hann verið frígivin hjá Ásgerð, og druknaði hann í
Markarfljóti. Var Tórður tí hjá Njáli síðan. Hann var
mikil maður og sterkur. Hann hevði fostrað allar synir
Njáls. Tórður legði hug á skyldkonu Njáls, sum æt
Guðfinna Tórólvsdóttir. Hon matgjördi heima har,
og var tá við barn. Bergtóra kom á mál við Tórð:
»Tú skalt fara,« sigur hon, »og drepa Brynjólv, frænda
Hallgerðar«. »Eingin eri eg drápsmaður,« sigur hann,
»men tó skal eg hætta mær til, um tú vilt«. »Tað vil
eg,« sigur hon. Síðan tók hann hest og reið upp til

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0058.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free