- Project Runeberg -  Lesibók /
45

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Líðarenda og læt kalla Hallgerð út og spurdi, hvar
Brynjólvur var. »Hvat vilt tú honum,« sigur hon. Hann
mælti: »Eg vil, at hann skal siga mær, hvar hann
hevir hult ræ Atla. Mær er sagt, at hann hevir grivið
tað illa«. Hon vísti honum á hann og segði, at hann
var niðuri í Akratungu. »Vara teg,« sigur Tórður, »at
honum ikki verður tað sama fyri sum Atla.« »Tú ert
eingin víggjamaður,« sigur hon, »og har man eingin
vandi vera, hvar tit báðir hittast.« »Aldri havi eg
sætt mannablóð,« sigur hann, »og ikki veit eg, hvussu
mær fer at vita við,« og brá sær av stað úr túninum
og so oman í Akratungu. Rannveig, móðir Gunnars,
hevði hoyrt á samtalu teirra og mælti: »Nógv eggjar
tú, Hallgerð, hug hans; men eg haldi hann frøknan
mann, og tað man frændi tín finna.« Teir møttust á
almannavegi, Brynjólvur og Tórður. Tórður mælti:
»Ver tú teg, Brynjólvur, tí einki níðingsverk vil eg
gera tær.« Brynjólvur reið at Tórði og hjó til hansara.
Tórður hjó aftur í móti við öxi og skaftið sundur fyri
framman hendurnar á Brynjólvi, og hjó so á öðrum
sinni til hansara og rakaði hann framman á bringuna, og
kom hol á. Brynjólvur fell tá av baki og var deyður
í stundini. Tórður hitti smaludrong Hallgerðar og
lýsti, at hann hevði vegið og segði, hvar Brynjólvur lá,
og bað hann siga Hallgerð víggið. Síðan reið hann til
Bergtórshólar og segði Bergtóru víggið og öðrum
monnum. »Góða tökk havi tú,« segði hon. Smaludrongurin
segði Hallgerð víggið. Hon varð vreið, og
segði, at av hesum skuldi spyrjast nógv ilt, um hon
mátti ráða. —

Nú koma tíðindini til tings, og læt Njál tey siga
sær tríggjar ferðir, og mælti so: »Fleiri gerast nú
drápsmenn, enn eg hugsaði«. Tá mælti Skarpheðin:
»Tann maður má hava verið sera feigur, ið latið hevir
lív fyri fosturfaðir várum, ið aldri hevir sætt
mannablóð«, — og kvað eitt örindi. Njál mælti: »Tað
munu vist mangir halda, eftir tí skapi, sum tykkum
er í, at tit kundu haft gjört hetta. Men ikki man vera
langt til tess; og vilja sumir siga, at neyðin drívur
tykkum«. Teir gingu so til møtis við Gunnar, og
sögdu honum víggið. Gunnar segði, at tað var lítil
mannskaði — »men tó var hann frælsur maður.« Njál
beyð honum sáttir alt í einum. Gunnar játtaði tí, og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0059.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free