- Project Runeberg -  Lesibók /
47

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)


Tað var á einum sinni, at teir sótu úti, Njál og
Tórður. Ein bukkur var vanur at ganga har í
heimabeitinum, og eingin skuldi reka hann burtur. Tórður
mælti: »Undarliga berst mær nú fyri.« »Hvat sært
tú tá, sum tær tykir so undarligt,« sigur Njál. »Mær
tykir, at bukkurin liggur her í lægdini og er hann
allur alblóðigur«. Njál segði, at har var eingin bukkur
og ei heldur nakað annað. »Hvat er tað tá?« sigur
Tórður. »Tú manst vera feigur maður,« sigur Njál,
»og manst tú hava sætt fylgju tína og ver tú tí varin.«
»Ikki man tað bata mær,« sigur Tórður, »um mær er
tað lagað.«

Hallgerð kom á mál við Tráin Sigfússon og mælti:
»Eg hevði hildið teg vera ein góðan mág, hevði tú
dripið Tórð, son hins frígivna.« »Ikki man eg gera
tað,« sigur hann, »tí at tá man eg njóta vreiði Gunnars
frænda míns. Har liggur eisini nógv á, tí hetta víggið
man brátt verða hevnt.« »Hvör man hevna?« sigur
hon, »hin skeggleysi kallur, heldur tú?« »Ikki man
tað vera«, sigur hann, »men synir hans munu hevna.«
Síðan talaðu tey leingi ljódliga saman — og eingin
maður visti, hvat tey hövdu í ráðagerð. Á einum sinni
bar so á, at Gunnar var ikki heima, men Sigmundur
og felagsmaður hansara, og hagar var komin Tráin frá
Grótá. Tá sótu Hallgerð og teir úti og talaðu. Tá
mælti Hallgerð: »Tað hava tit lagsmenn, Sigmundur
og Skjöldur, lovað mær at drepa Tórð, fosturfaðir Njáls
sona; men tú hevir lovað mær tað, Tráin, at vera hjá
staddur«. Teir gingu allir við, at teir hövdu lovað henni
hetta. »Nú skal eg leggja tykkum ráð«, segði hon, »tit
skulu ríða eystur í Hornafjörð eftir fæ tykkara og
koma heim, aftan á at farið er til tings; men um tit
eru heima, man Gunnar vilja, at tit skulu ríða til tings
við honum. Njál man vera á tingi og synir hans og
eisini Gunnar; men tá skulu tit drepa Tórð«. Teir
játtaðu, at hesi ráð skuldu teir fremja. Síðan búðust
teir eystur til fjarða, og Gunnar varnaðist einki og
reið til tings. Njál sendi Tórð eystur undir
Oyggjafjöll og bað hann vera burtur eina nátt. Hann fór
eystur, men slapp ikki eystan eftir aftur, tí at áin var
so stór, at ikki var ríðandi um hana. Njá) bíðaði eftir
honum ein dag, tí hann ætlaði, at hann skuldi hava
riðið til tings við honum. Njál segði við Bergtóru, at

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0061.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free