- Project Runeberg -  Lesibók /
48

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

hon skuldi senda Tórð til tings, við tað sama hann kom
heirn. Tveir dagar seinni kom Tórður heim. Bergtóra
segði við hann, at hann skuldi ríða til tings, »men nú
skalt tú fyrst fara niðan í Tórólvsfelli og hyggja eftir
búnum har, men ikki vera har longur enn eina nátt
ella tvær.«

Sigmundur og felagsmenn hansara komu eystan.
Hallgerð segði teimum, at Tórður var heima, men
skuldi ríða til tings um nakrar fáar dagar — »nú
munu tit hava føri at fara eftir honum; men ber nú
ikki í lag, so náa tit honum ikki.« Menn komu til
Líðarenda frá Tórólvsfelli og sögdu Hallgerð, at
Tórður var har. Hallgerð gekk til Tráins og Sigmunds
og mælti: »Nú er Tórður í Tórólvsfelli, og nú eru
líkindi hjá tykkum at drepa hann, tá ið hann fer heim.«
»Tað skulu vit gera,« sigur Sigmundur. Gingu teir so út
og tóku vápn síni og hestar og riðu á leið ímóti honum.
Sigmunđur segði við Tráin: »Tú skalt ikki leggja
at honum við, tí vit nýtast ikki allir.« »So skal vera,«
sigur hann. Eina lötu seinni reið Tórður at teimum.
Sigmundur segði við hann: »Kasta vápnum tínum, tí
at nú skalt tú doyggja.« »Ikki skal tað henda,« sigur
Tórður, »kom tú til einvíggis við meg.« »Tað verður
av ongum,« sigur Sigmundur, »og vit skulu njóta gott
av tí, at vit eru fleiri. Men ikki er at undrast á, at
Skarpheðin er slíkt reystmenni, tí so er sagt, at til
fjórðings bregður maður til fosturfaðirs síns.« »Tað
manst tú fáa at kenna,« sigur Tórður, »tí at Skarpheðin
man hevna meg.« Síðan søkja teir at honum,
men hann brýtur eitt spjót fyri hvörjum teirra; so
væl vardi hann seg. Tá hjó Skjöldur aðra hondina av
honum, og vardi hann seg tá við aðrari eina stund, til
Sigmundur legði ígjögnum hann. Tá fell hann deyður
til jarðar. Teir bóru grót og flag á hann. Tráin
mælti: »Vit hava gjört eina illa gerð, og munu synir
Njáls kunna illa við hetta víggið, tá ið teir spyrja tað.«
Teir riðu heirn og sögdu Hallgerð. Hon lætst væl at
vígginum. Rannveig, móðir Gunnars, mælti: »Tað er
eitt gamalt orð, at skamma stund verður hond av höggi
fegin; so man eisini verða her. Men tó man Gunnar
loysa teg úr hesi sak, men um Hallgerð aðra ferð man
teg tøla, so verður tað tín bani.« Hallgerð sendi mann
til Bergtórshólar at boða víggið, men annan til tings

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0062.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free