- Project Runeberg -  Lesibók /
49

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

at siga Gunnari tað. Bergtóra segðist ikki vilja
deilast við Hallgerð um slíkt — segði tað onga hevnd
vera fyri so mikla sak.

Men tá ið sendimaðurin kom til tings at siga
Gunnari víggið, tá mælti Gunnar: »Hetta er illa vorðið,
og ikki komu verri tíðindi mær fyri oyru. Men tó
skulu vit nú í stundini fara at finna Njál; og eg vóni,
at hann vil sýna rættsinni sítt, tó at hann hevir mikla
orsök at vera vreiður.« Gingu teir tá á fund Njáls
og kallaðu hann til máls við seg. Hann gekk alt í
einum til fundar við Gunnar. Teir talaðu saman — og
í fyrstuni var eingin maður staddur hjá utan Kolskeggur.
»Ring tíðindi havi eg at siga tær,« sigur Gunnar, »víggj
Tórðar frígivnasonar. Vil eg bjóða tær sjálvdømi fyri
víggið.« Njál tagdi eina lötu og mælti síðan: »Væl
er slíkt boðið, og vil eg taka við tí; men óivað man
eg tó fáa ámæli av konu míni ella sonum mínum fyri
hetta; tí at hetta man stórliga mislíka teimum. Men
eg vil tó kortini hætta mær til, tí eg veit, at eg havi
við rættan mann at gera, og eg vil ikki, at nakað brigdi
í okkara vinskapi skal standast av mær.« »Vilt tú lata
nakran av sonum tínum vera hjá staddan,« sigur
Gunnar. »Nei,« sigur Njál, »tí ikki munu teir bróta
ta sátt, sum eg geri; men um teir eru hjá staddir,
munnu teir ikki elva til, at sátt verður.« »So man
vera,« sigur Gunnar; »ger tú so einsamallur av.«
Teir tóku tá saman hendur og sættust væl og skjótt.
Tá mælti Njál: »Tvey hundrað í silvuri leggi eg á,
— tað man tykjast tær nógv.« »Ikki haldi eg tað vera
ov mikið,« sigur Gunnar, og gekk heim til búðar sínar.
Synir Njáls komu heim til búðar, og Skarpheðin spurdi,
hvaðani hetta mikla fæ var komið, sum faðir hans helt
á. Njál mælti: »Eg kunngeri tykkum víggj Tórðar
fosturfaðirs tykkara — og eru Gunnar og eg vorðnir
sættir í hesi sak, og hann hevir bøtt hann við tvinnum
mannabótum.« »Hvórjir hava vegið hann,« sigur
Skarpheðin. »Sigmundur og Skjöldur, men Tráin var nær
staddur,« sigur Njál. »Tað vóru mangir um ein,« sigur
Skarpheðin, »men nær skulu vit brøður hevja hondum?«
»Tað man verða skamt til tess,« sigur Njál, »og tá
skalt tú ikki verða hildin aftur; men tó liggur mær
nógv á, at tit ikki bróta hesa sátt.« »So vilja vit tá
gera,« sigur Skarpheðin, »men um nakað kemur aftrat

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0063.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free