- Project Runeberg -  Lesibók /
50

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

millum okkara og teirra, tá munu vit minnast á fornan
fjandskap.« »Ikki skal eg tá forða tykkum,« sigur Njál.

Nú ríða menn heim av tingi. Og tá ið Gunnar
kom heim, mælti hann til Sigmunds: »Størri
ólukkumaður ert tú, enn eg hugsaði, og illa nýtir tú mentir
tínar; tó havi eg nú gjört teg sáttan við Njál og synir
hans og tú eigir ikki á öðrum sinni at lata teg tøla.
Ikki ert tú mær líkur í skapi. Tú fert fram við spott
og háð, men tað er ikki mítt skap. Tí kemur tú væl á
samt við Hallgerð, tí meira ber tykkara lyndi saman.«
Gunnar talaði at honum langa stund; men Sigmundur
svaraði honum væl aftur og segði seg meira vilja fylgja
hansara ráðum hareftir enn higartil hevði verið. Gunnar
segði, at tað mundi vera honum fyri bestum. Helt so
við eitt skifti. Javnan samdust teir vinarliga, Gunnar
og Njál og synir hans, tó at kaldligt var millum aðrar
kunningar teirra.

Nú bar so á, at nökur umfarandi konufólk komu
til Líðarenda frá Bergtórshólum. Tær vóru mælskar
og heldur illorðaðar. Hallgerð sat í kvinnustovu, tí at
so var hon von. Har var Tórgerð dóttir hennar og
Tráin. Har var eisini Sigmundur og fjöld av kvinnum.
Men Gunnar var ikki har, ei heldur Kolskeggur. Hesi
lanđastrok gingu inn í kvinnustovuna. Hallgerð
heilsaði teimum og læt fáa teimum sess. Hon spurdi um
tíðindi. Men tær sögdust eingi vita. Hallgerð spurdi,
hvar tær hövdu verið um náttina. Tær sögdust hava
verið á Bergtórshólum. »Hvat hevðist Njál at?« sigur
Hallgerð. »Hann strevaðist við at sita,« sögdu tær.
»Hvat gjördu synir Njáls?« segði Hallgerð, »teir halda
seg nú vera av bestu monnum.« »Stórir eru teir á
vöxtri, men óroyndir oru teir heilt,« sögdu tær;
»Skarpheðin hvesti öxi, Grímur skefti spjót, Helgi festi hjalt
á svörð, Höskuldur setti handtak í skjöld.« »So munu
teir hava okkurt stórverk í ætlan,« sigur Hallgerð.
»Ikki vita vit tað,» siga tær. »Hvat gjórdu húskallar
Njáls,« sigur Hallgerð. Tær svaraðu: »Ikki vita vit,
hvat summir gjördu, men ein ók skarnið út á bøin.«
»Hvat mundi tað hava at týða,« sigur Hallgerð. Tær
svaraðu: »Jú, hann segði tað, at av töðum vax nóg
betur enn aðrar staðir.« »Ikki er Njál eins vitur í öllum,«
sigur Hallgerð, »hann, ið annars veit ráð fyri öllum.«
»Hvussu tá?« sögdu tær. »Jú,« sigur Hallgerð, »tað er

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0064.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free