- Project Runeberg -  Lesibók /
51

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

eyðvitað; hví læt hann ikki aka töðini í skeggið á sær,
so at hann kundi verið sum aðrir kallmenn, — og
latum okkum nú kalla hann hin skeggleysa kall, men synir
hans töðskegglingarnar, og kvöð tú nakað unt tað,
Sigmundur, og lat okkum njóta tess, at tú ert skald.«
»Til tess eri eg albúgvin,« sigur hann, »og kvað nökur
örindi.« »Ein skattur ert tú,« segði Hallgerð, »so eftirlátin
tú ert mær.« Gunnar kom til í sama viðfangi. Hann hevði
staðið utan fyri kvinnustovuna og hoyrt á alla
samtaluna. Teimum var dátt við, tá ið tey sóu hann koma
inn. Tá tagnaðu allir, men áður hevði har verið nógvur
látur og málageip. Gunnar var ógviliga illur og mælti
til Sigmunds: »Ein dári ert tú, og vil ikki taka við
góðum ráðurn. Tú spillir út synir Njáls og hann sjálvan,
sum er tað versta av öllum, og slíkt sum tú hevir
áður gjört mót teimum; hetta man verða tín bani. Men
um nakar maður tekur hesi orð upp aftur, tá skal hann
verða koyrdur burtur hiðani og har afturat hava vreiði
mína.« Men so miklan ótta hövdu tey öll fyri honum,
at eingin tordi at taka hesi orð uppá tunguna. Síðan
fór hann avstað. Tey umfarandi konufólkini talaðu
sínámillum um, at tær mundu fáa løn av Bergtóru, um
tær sögdu henni hetta. — Tær fóru so oman hagar og
sögdu Bergtóru tað í loyndum óspurdar. Tá menn sótu
til borðs, mælti Bergtóra: »Gávur eru tykkum fedgum
givnar, og lítlan hava tit hug og dirvi, um tit ikki
løna teimum.« »Hvörjar eru tær gávurnar,« sigur
Skarpheðin. »Tit synir mínir eiga allir einá gávu
saman: tit eru kallaðir töðskegglingar, — men húsbóndi
mín hin skeggleysi kallur.« »Ikki hava vit kvinnuskap,«
sigur Skarpheðin, »at vit skulu verða illir av
öllum.« «Gunnar illskaðist tó tykkara vegna,« sigur
hon, »og hann er hildin at vera góður í skapi. Men
hevna tit ikki hesa minkan, so munu tit onga skomm
hevna.« »Gaman tykir kellingini, móður vári, í at erta
okkum,« sigur Skarpheðin og glettir á tonn; men
sveittin sprakk tó honum fram á enni og reyðir blettir
komu í kinnar hans; og hetta var ikki vant. Grímur
var tigandi og beit í vörrina, Helgi brá sær ikki við,
Höskuldur gekk utar mót durunum við Bergtóru. Hon
kom innar aftur á öðrum sinni í miklari øði. Njál
mælti: »Fram kemur hann, ið hóvliga fer, húsfrúgv, og
tað gongur soleiðis í mongum lutum, tó at ein kennir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0065.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free