- Project Runeberg -  Lesibók /
53

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

so útborin í heyg eftir fornum siði, tí at tá vóru allar
Føroyjar heidnar. Synir hansara skiftu arvin ímillum
sín, men báðir vildu hava jörðina í Götu, tí at hon var
besta ognin; teir lutaðu tá um tað, og heimaparturin
líknaðist tá Tróndi. Tollakur beyð Tróndi aftaná býtið
at lata seg hava heimabúgvið og hann meira av leysagóðsi,
men Tróndur vildi ikki; Tollakur fór tá burtur
haðani og fekk sær annan bústað har í oyjunum.
Tróndur tók til sín mangar niðursetumenn fyri mestu
leigu, ið fáast kundi; hann bjóst til skips um sumarið,
men hevði lítlan farm út við sær. Hann fór til Noregs
og hevði har tilhald hjá bónda allan veturin, men
tóktist sum oftast at vera í döpurhuga. Tá var Haraldur
gráfeldur kongur yvir Noregi. Sumarið eftir fór Tróndur
suður til Danmarkar við keypmonnum á farmaskipum
og kom til Háloyrar um sumarið. Har var tá stór
mongd av fólki saman komin, og so er sagt, at hagar
kemur mesta mannfjöldin í Norðanlondum, meðan
keypstevnan stendur. Tá ráddi fyri Danmörk Haraldur
kongur Gormsson, ið kallaður var blátonn. Haraldur
kongur var á Háloyri um sumarið og stór mannfjöld
við honum. Tveir menn av kongshirðini eru nevndir,
sum tá vóru har við honum; annar æt Sjúrður og annar
Hárekur; hesir brøður gingu ofta um keypstaðin og
vildu keypa tann besta og størsta gullring, teir gótu
fingið. Teir komu inn í eina búð; hon var hagreidd
sum best; har inni sat maður og tók blídliga ímóti
teimum og spurdi, hvat teir vildu keypa. Teir sögdust
vilja keypa stóran og góðan gullring; hann svaraði, at
her treyt ikki úr at velja. Teir spyrja hann at navni,
hann nevndi seg Hólmgeir ríka; hann brýtur nú upp
fyri dýrgripum sínum og sýnir teim ein tjúkkan
gullring, sum var størsti gripur, og metti hann so dýran,
at teir tóktust ikki vita, hvört teir kundu strax á
staðinum fáa til vegar alt tað silvur, ið hann kravdi fyri
ringin, og bóðu bíða til morgins, og hann játtaði tí.
Nú ganga teir burtur við hesari avgerð, og leið so
náttin av. Um morgunin gongur Sjúrður burt úr búðini,
og Hárekur var eftir staddur, og stutt eftir kemur
Sjúrður fyri uttan at tjaldaskörunum og rópaði:
»Hárekur frændi!« segði hann, »fá mær skjótt pungin,
sum silvurið er í, tað sum vit ætlaðum til ringskeyps,
tí at nú er keypið gingið saman; men bíða tú her

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0067.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free