- Project Runeberg -  Lesibók /
54

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

meðani og ansa eftir búðini!« Nú fær hann honum
silvurið ígjögnum skarið á tjaldinum.

Ráðgerð Tróndar.



Eina lötu síðari kemur Sjúrður inn í búðina til
bróður síns og mælti: »tak tú nú silvurið, nú er keypið
komið í lag.« Hann svarar: »eg fekk tær silvurið í
áðani.« »Nei,« sigir Sjúrður, »eg havi ikki tikið við
tí.« Nú træta teir um hetta. Eftir tað siga teir kongi
frá; kongurin og aðrir menu tykjast tað vera eyðvitað,
at peningurin er stolin frá teim. Nú leggur kongur
bann ímóti burturferð haðani, so at eingi skip skuldu
sigla burtur, meðan so var statt. Hetta tókti mongum
manni óhent at liggja so har longur enn tað, keypstevnan
stóð. Tá hilđu Norðmenn stevnu sín ámillum
til ráðagerð. Tróndur var á teirri stevnu og mælti
so: »her eru menn heldur ráðleysir.« Teir spyrja hann:
»veitst tú tá nakað ráð?« »Tað man vera,« sigir hann.
»Kom tá fram við tíni ráðagerð,« sögdu teir. »Ikki
man eg gera tað fyri einki,« sigir hann. Teir spyrja,
hvat hann leggur á. Hann svarar: »hvör tykkara skal
fáa mær ein oyra í silvuri,« sigir hann. Teir sögdu
tað vera nógv, inen tó gingu teir undir, at hvör maður
fekk honum hálvan oyra í silvuri og annan hálva oyran
skuldi hann fáa, um hetta gekk væl av. Næsta dagin
eftir setti kongur ting og talaði so, at aldri skuldu
menn verða leysir haðani, áðrenn lýst var um henda
stuldur. Tá tekur til orða ein ungur maður, sum hevði
hárið stutt vaxið upp av kolli, reyður á hárliti,
fröknátur og heldur grefligur í ásjón, og mælti so: »væl so
ráðleysir eru her menn,« sigir hann. Ráðgevar kongs
spyrja, hvat ráð hann kundi at leggja. Hann svarar:
»tað er mítt ráð, at hvör maður, ið higar er komin,
leggi fram so mikið silvur, sum kongur leggur á, og
tá ið öll rúgvan er komin saman í ein stað, bøti teimum,
ið fyri skaðanum vóru; men kongur havi sær tað til
sømdar, ið avloypur, veit eg, at hann vil síja væl fyri
tí, sum hann fær, og menn liggi ikki her veðurfastir,
so mikil mannamúgva, sum her er saman komin, sær
til stórt óhapp.« Her var skjótt tikið undir av
mannamúgvuni, og sögdust allir gjarna vilja leggja fram

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0068.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free