- Project Runeberg -  Lesibók /
55

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

peningar og heiðursgávu til kongs heldur enn at vera
inni teptir har sær til stóran skaða, og hesum ráði var
samtykt og peningurin tann anborin, og var tað stór
rúgva. Strax eftir hetta sigldi stórur partur av
skipunum burtur haðani. Kongurin helt tá ting og var
hugt at peningarúgvuni. Tá fingu brøðurnir skaðan
afturbøttan av hesum peningunum. Tá talaði kongur
við menn sínar um, hvat gerast skuldi vi hetta nógva
fæ. Tá tekur ein maður til orða og mælti: »harri mín,«
segði hann, »hvat tykist tygum hann at vera verður,
sum hetta ráðið gav?« Teir síja nú, at tað var hin
sami ungi maðurin, sum nú stóð fyri kongi, ið hetta
ráð hevði givið. Tá mælti Haraldur kongur; »allir
hesir peningarnir skulu býtast í helft; skulu mínir
menn hava aðra helftina, og hin helftin skal aftur
býtast í tveir partar, og skal hesin ungi maður hava
annan partin av hesi helftini, men annan partin skal
eg sjálvur hava umsorgan fyri.« Tróndur takkaði
kongi fyri við fögrum og blíðum orðum, og var tað
so mikið fæ, ið Trónda líknaðist, at treyðugt teljast
kundi, hvussu mangar merkur tað var. Haraldur
kongur sigldi tá burtur og öll mannfjöldin, ið har
hevði verið. Tróndur fór til Noregs við teim norsku
keypmonnum, sum hann var komin hagar við, og teir
rindu honum teir peningar, hann hevði kraft av teim,
og keypti hann sær har eitt farmaskip, stórt og gott,
og skipar inn í tað alt hitt mikla fæ, hann hevði fingið
í hesari ferð; stevnir hann nú við hesum skipinum til
Føroyjar, og lendi har við öllum góðsinum heilum og
holdnum, reisir búgv í Götu um várið og skortir honum
ikki fæ. Tróndur var stórur maður av vaxtralag,
reyðhærdur og reyðskeggjaður, fröknátur, grefligur í
ásjón, dapur í huga, ráðsnjallur, svikafullur í öllum
brögdum, ódællur og ilskur við smámenn, blíðmæltur
við yvirmenn, men hugsaði altíð um svik.


*


Bardagi.



Nú er at siga frá brøðrunum Brestir og Beinir;
teir áttu tveir garðar, annan í Skúvoy og annan í

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0069.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free