- Project Runeberg -  Lesibók /
57

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

nærkast, tá ið nökur mansroynd er fyri; ráðuligast er
tær nú, um nökur dygd er í tær, at fara sum oddamaður
upp ímóti Brestir, so at aðrir fylgdu tær eftir;
annars er tað eyðvitað, at tú ert eitt ódugnadýr;« og
eggjar hann nú sum harðast. Og eftir hetta loypur
Havgrímur upp í klettin og rennir spjótið til hansara,
so tað kom á miðjuna og inn ígjögnum. Og tá ið
Brestir kennir sær banasár, gongur hann fram á
stunguna og at Havgrími og höggur til hansara við
svörðinum og kemur höggið á vinstru öxl á Havgrími, og
kleyv oman í öxlina og síðuna, so at hondin fell leys
frá, og fell tá Havgrímur deyður út fyri klettin og
Brastir oman á hann, og lótu so báðir har sítt lív. Nú
søkja teir í öðrum stað at Beinir; hann vardi seg væl,
men so var endin, at Beinir læt har lív sítt. So er
mannasögn, at Brestir var tríggja manna bani, áðrenn
hann drap Havgrím, og Beinir tveggja manna bani.
Eftir hesar bardagarnar mælti Tróndur, at teir skuldu
drepa smádreingirnar Sigmund og Tórir. Bjarni svarar:
»eingin skal drepa teir.« Tróndur svarar: »tá er tó
her vandi, at teir verða teim flestu monnum at bana,
ið her eru staddir, tá ið teir sleppa undan nú.« Bjarni
svarar: »eingin skal drepa teir heldur enn meg sjálvan.«
»Ikki var mær hetta álvara,« segði Tróndur, »eg vildi
royna tykkum, hvussu hugur tykkara stóð um hetta, og
skal eg nú bøta dreingjunum um hetta, at eg havi
verið staddur á hesum fundi, og bjóða teimum til
fosturs hjá mær.« Dreingirnir sótu á klettinum og sóu,
hvussu alt hetta barst til, og Tórir græt, men Sigmundur
mælti: »grátum ikki, frændi, men leggjum os tí longur
í minni.« Eftir hetta fóru teir burtur, og Tróndur læt
dreingirnar fara við sær norður til Götu. Lík Havgríms
var flutt til Suðuroyjar og har jarðað eftir fornum
siði; men vinir Brestirs og Beinirs fluttu lík teirra
heim til Skúvoyjar og gróvu tey har líkaleiðis eftir
fornum siði. Nú spurdust hesi tíðindi um allar Føroyjar,
og hvör maður harmaði brøðurnar.


*



<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0071.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free