- Project Runeberg -  Lesibók /
60

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

annað. »Tað vil eg nú mæla,« sigir Haraldur, »sum eg
ikki havi mælt fyrr, at eg vildi. at vit skuldum gerast
felagar, og ikki berjast longur.« Undir hetta ráðið
studdu menninir hjá báðum og sögdu tað vera neyðugt,
at teir komu til sættar, og at allir vóru sum eitt, og
tá mundi fátt kunna standa teimum ímóti. Sigmundur
segði, at ein lutur var til liindurs, at teir ikki mundu
sættast. »Hvat er tað?« sigir Haraldur. Sigmundur
svarar: »Hákun jallur sendi meg eftir hövdi tínum.«

»Ilt var mær í vón av honum, sigir Haraldur, »og
ólíkir menn eru tit, tí at~ tú ert av frægastu monnum
og hann ein hin versti maður.« »Ikki munnu okkara
hugir bera saman um hetta,« sigir Sigmundur. Menn
teirra royndu at fáa teir til sættar, og so varð, at teir
semdust og leggjá nú allan herfotig sín saman, og so
herja teir víða um sumarið, og fátt kann gera
teim-um mótstand. Men tá ið kom at heysti, segði
Sigmun-dur, at hann vildi halda til Noregs. Haralđur svarar:
»tá munum vit skiljast.« »Ikki skal tað vera,< segði
Sigmundur; »eg vil nú, at vit förum báðir til Noregs,
so havi eg tó á einhvönn máta gjört nakað av tí, eg
heitti Hákun jalli, tá ið eg føri teg á hansara fund.«
»Hví skuldi eg fara á fund hins størsta óvinar míns?«
»Lat meg ráða fyri hesum,« sigir Sigmundur. >Bæði
er tað, at eg trúgvi tær væl ti!,« segði Haraldur, »og
annað er tað, at tú tá (ið eg ikki var við) vildi koma
í vanda hjá jalli, og tí skalt tú ráða fyri hesum.« Nú
sigla teir norður til Noregs, og koma til Hórðalands.
Har er sagt teimum, at Hákun jall var á Norðmøri og
var staddur í Borgund. Teir halda tá hagar og leggja
skip síni inn í Steinavág. Tá fer Sigmundur inn til
Borgundar við tólv monnum á eini róðrarskútu, og
ætlar at finna Hákun jall fyrst, men Haraldur liggur
í Steinavági meðani. Sigmundur kemur nú á fund
Hákunar jalls, og situr hann við drykkjuborð.
Sig-mundur gongur inn fyri jallin og heilsar honum væl
og virðiliga. Jallurin tók blídliga íinóti honum og spyr
hann tíðindi og biður seta stól undir hann, og so var
gjört. Teir tala nú saman eina stund, og Sigmundur
sigir honum frá ferðuin sínum, men ikki letur liann
røðuna falla um, at hann hevði funnið Harald jarnheys.
Men tá ið Hákuni jalli tykir, at hann toyggir út
frá-sögnina, spyr jallurin hann, um hann fann Harald.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0074.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free