- Project Runeberg -  Lesibók /
61

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Satt er tað,« svaraði Sigmundur og segði honum nú
frá. sum til hevði borist teirra millum, og at teir
sætt-ust. Tá tagnaði jallurin og rodnaði at líta á og mælti,
tá ein stund leið: »ofta hevir tú, Sigmundur, rikið
or-indi mítt betur enn nú.« »Maðurin er nú komin higar
í tygara vald, og eg ætli, at tær tnkið við sættum av
Haraldi fyri mína skuld, so at hann fær grið fyri lív
og limir og innivist í landinum.« Aldri skal tað vera,«
segði jallurin, >eg skal drepa hann sum skjótast eg nái
honun>.« »Eg vil bjóða at seta »meg í veð fyri hann,
harri,« segði Siginundur, »og so mikið fæ, sum helst
tær viljið leggja á.« »Onga sætt man hann fáa av
mær,« segði jallurin. Sigmundur svarar: »til lítils

gagns liavi eg tænt tær, tá ið eg skal ikki kunna fáa
grið og sætt fyri ein mann; nú skal eg fara burtur úr
hesum landi og ikki tæna tær longur, og tað mundi eg
vilja, at tað mátti standa tær liart, áðrenn hann verður
đripin.« Springuv ntt Sigmundur upp og gongur tít
av stovuni, men jallurin situr eftir og tegir, og eingin
torir at biðja fyri Sigmundi. Tá tekur jallurin til orða:
»reiður var Sigmundur nú, og spell er tað fyri ríki
mítt, um hann rýmir burtur, og ikki man tað vera
álvara hansara.* >Tað man víst vera álvara hansara,«
sögdu menn hansarn. Farið nú eftir honum,« segði
jallurin, »og vit skuluin semjast um hetta soleiðis snm
hann beyð.« Nú ganga jallsmenn til Sigmundar og siga
honum hetta, og Sigmundur fór tá aftur til jalls, og nú
er jallurin liin fyrri, sum heilsar, og segði, at teir
skuldu sættast um hetta, sum hann fyrr hevði boðið:
»eg vil ikki, at tú skalt fara frá mær.« Tá tók
Sig-muiidur við grið og sætt fyri Haraldi og fer nú at
finna hann og siga honum frá viðurskiftum teirra, at
sættin var komin í Jag. Haraldur segði, at ilt mundi
vera at trúgva honum, men tó fóru teir nú á funđ
jalls og samdust sum frá er sagt. Eftir tað fór
Ha-raldur norður til Hálogalands, men Sigmuiulur var hjá
jallinum í íuiklum kærleika og Tórir frændi liansara og
stórt fylgi av monnuin við teiinum. Siginundur heldur
mcnn sínar væl bæði við klæðum og vopnum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0075.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free