- Project Runeberg -  Lesibók /
63

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Nú trívur jallurin eftir ringinum, og tykir Sigmundi,
at hon boyggir nevan saman, so at jallurin fekk ikki
ringin. Jallurin kastar seg aðra ferðina niður fyri
hana, og Sigmundur sær tár stökka jalli úr eygunum;
eftir tað stendur hann upp og trívur eftir ringinum,
og er hann nú leysur; jallurin fær Sigmundi ringin og
segði tá við hann, at henda ringin skuldi hann aldri
skiljast við, og tað játtaði hann honum. So statt
skilj-ast teir, og Sigmundur fer til skip síni; so er sagt, at
fimti menn vóru á hvörjum av skipunum. Teir liildu
nú vestur í hav og hövdu góðan byr, har til teir sóui
fugl av oyjunum; bæði skipini fylgdust saman. Haraldur
jarnheysur var á skipi hjá Sigmundi, men Tórir stýrdi
hinum skipinum. Nú brast stornmr á teir, og skipiní
skiidust og rókust um í fleiri samdøgur.

Sigmundur og Össur.

Náttina eftir fara teir til Skúvoyjar (Dímuhar)
og koma aftur í dimmalætting til oynna; bar Sigmundi
so væl í lag, at eingir menn vóru úti at verja stíggin
har í Skúvoy (Dímun). Teir ganga strax upp og við’
teimum fimti menn, sum Bjarni fekk teimum; teir koma
at virkinum, og tá eru Össur og hansara menn komnir
upp á virkið, og Össur spyr nú, hvörjir teir menn eru,
sum har eru komnir. Sigmundur nevndi seg. »Tú
manst tykjast at hava örindi higar til okkara,« segði
Ossur; »eg vil bjóða tær slíka sætt, at teir bestu menn
í Føroyjum skulu døma um sak okkara.« »Einki man
verða av sættímillum okkara, uttan eg ráði einsumallur,«
svaraði Sigmundur. »Ikki vil eg sættast við teiníum
trej’t-um at geva tær sjálvdømi,< sigir Össur, »eg veit ikki tanu
mannamun ímillum okkara ella tann mun milluni sakir
okkara, at eg skuldi hava tað neyðugt.« Sigmundur
svarar og segði við sínar menn, at teir skulu søkja at
virkinum einhvörsvegna í gletting og ikki fyri álvara;
— »men eg vil leita ráð, livat eg skai taka til.«
Ha-raldúr jarnheysur var liarður í ráðum og helt ímóti
öllum sættum. Össur hevði tríati menn í virkinum, og
virkið var torsokt. Össur átti son, sum æt Leivur og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0077.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free