- Project Runeberg -  Lesibók /
65

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hans eftir boðunum frá konginum. Men tá ið Sigmundur
fann kongin, tók kongur alvæl og blídliga ímóti honum,
og komu teir brátt á mál saman. Kongur mælti: »væl
hevur tú gjórt, Sigmundur, at tú hevði teg ikki unđan
hesari ferð; beyð eg tær mest av tí at koma á mín
funđ, at mær er mikið sagt av dirvi og reystleika
tínum; vil cg gjarna vera fullkomin vinur tín, um tú
vilt vera mær lýðin í teimum lutum, suin mær tykjast
mest varða um. Hava sumir menn haft tað á máli, at
felagskapur okkara ímillum mundi sáma seg væl av
teirri orsók, at vit erum nú báðir kallaðir ikki
óreyst-ligir, men hovum leingi tolað ilt og verið í vanda,
áðrenn vit fingum tann sóma, vit vórum bornir til, tí at
okkum hava sumir lutir atborist ikki ólíkt í útlegd, tá
ið vit friðleysir vórum útskotnir úr landi, og í
træl-dómi; tú vart barn og sást uppá, at faðir tín var
dripin sakleysur; eg var í móður lívi, tá ið faðir mín
var svikaliga dripin og ikki av aðrari sók uttan av
ilsku og næti skyldinanna sína. So er mær eisini
sagt, at tað var so langt frá, at faðirbøtur vóru tær
bod’.iar, at skylđmenn tínir tvórt ímóti bóðu ikki minni
drepa teg enn faðir tín; og vart tú síðani selđur suin
trælur, ella rættari at siga, givið fæ til, at tú skuldi
vera illa tíjaður og trælkaður; og á tann hátt vart tú
út rikin og fluttur frá ogn tíni og óðalsjörð, og hevði f
languri tíð einki at hjálpast við í ókunnigum landi
uttan tað, ið útlendskir menn av miskunn veittu tær við
styrk hansara, ið ollum ræður. Men ikki ólíkt hesum,
ið eg havi tínt frá tær, hevir tilborist mær; hegar ið
eg var føddur, var mær veitt elting og atsókn og
hugsað um lívlát av samlendum mínum, so at móðir
mín mátti fátæksliga flýja við mær frá faðiri sínum og
frændum og allari ogn síni, og soleiðis liðu fram trý
ár av ævi mínari; har næst vórum vit bæði hertikin
av víkingum og tá skildist eg frá móður míni, so at
eg sá hana aldri síðani; tríjar ferðir var eg seldur
sum trælur, og var eg tá í Estlandi hjá ollum
ókunn-igum fólki, til tess at eg var níju ára gamalur; tá
kom har ein frændi mín, sum viðkendi sær ætt mína,
og loysti hann meg úr trældómi og flutti rneg við sær
eystur í Garðaríki, og har var eg onnur níju ár enn
í útlegd, tó at eg tá var kallaður leysur og frælsur
maður; har mentist eg væl og fekk av tí ineiri heiður

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0079.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free