- Project Runeberg -  Lesibók /
66

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

■og virðing av Valdimar kongi enn líkindi kundu vera til
fyri útlendskan mann — alt á sama hátt sum tú vart virdur
av Hákuni jalli. Nú er so komið um síðir, at hvör okkara
hevir ognast faðirarv og fosturlond eftir langan miss av
:sælu og sóma. Nú allarhelst fyri ta skuld, at eg havi
frætt, at, tú hevir aldri blótað til skurðgudar eftir
heidna manna siði, tá havi eg góða vón um, at hin
hógi himnakongur, skapari av öllum lutum, vil leiða
teg til at kenna sítt heiliga navn og taka við heiligari
trúgv av míni talu, og gera teg til mín javnlíka í
rætt-ari trúgv, so sum hann hevir gjört teg til mín
javn-líka í styrki og öllum fimleikum og öðrum sínum
miskunnargávum, ið hann hevir veitt tær sum mær
langa tíð fyrr enn eg hevði nakra vissu um dýrd hans
og heiður. Nú veiti tað hin sami altvaldandi Gud, at
eg mátti leiða teg til sanna trúgv og til at tæna honum,
so at tú síðani við hansara miskunn og við eftirdømi
mínum og við mínari tilstudlung má leiða allar tínar
undirmenn til sanna gudsdýrkan, sum eg vænti, verða
skal. So skalt tú og, um tú vilt vera lýðin hesum
mínum orðum, sum eg nú havi sagt, og trúliga tæna
Gudi í föstum trúskapi, fáa av mær vinskap og virðing,
tó at hetta er alt einki vert móti teirri æru og
sálar-Uót, ið hin altvaldanđi Gud vil veita tær sum hvörjum
öðrum, ið goyinir hans boðorð í kærleiki heilagsandans:
at herska við hansara sota syni, konginum yvir allar
kongar, í allar ævir í hini hægstu himnaríkis dýrd og
herligheit.« Og tá ið hann endaði talu sína, svarar
Sigmundur: »tað er tygum kunnigt, harri, sum tær í
áðani bóruð upp á mál í røðuni, at eg var tænastubundin
hjá Hákuni jalli, og hann tígnaði meg væl, og mær
líkaði væl, sum eg var staddur hjá honum, tíat hann
var hollur, ráðagóður og tekkur vinum sínum, tó at
Jiann var grummur og svíkaligur ímóti óvinumsínum;
men langt er ímillum tykkara átrúnað; so sum mær
skilst av tygara alvökru orðum, at hesin átrúnaður, ið
tær havið, er í allar mátar yndisligari og tekkiligari
enn hin, ið heidnir menn hava, tá eri eg fúsur at fylgja
.tygara ráðum og ognast tygara vinskap; tí vildi eg
ikki blóta til skurðgudar, at eg longu sá, at hesin siður
var ónýtur, tó at eg kendi ongan betri.« Ólavur kongur
varð glaður við orð Sigmundar, at hann á so
skyn-saman liátt tók við tí, hann hevði røtt um. Sigmundur

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0080.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free