- Project Runeberg -  Lesibók /
67

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

var tá skírdur (doyptur) og allir hansara fylgdarmenn;
kongur læt kenna honuni heilig frøði í kristnari trúgv;
Sigmundur var hjá kongi um veturin í miklari virðing.

Sigmundur fór at boda kristni í Føroyjum.

Tá ið nú tók at vára, kom kongur ein dag upp á
mál við Sigmund og segði, at hann vildi senda hann
vestur til Føroyjar og kristna tað fólk, sum har búði.
Sigmundur bar seg undan hesum starvi, men játtaði tó
um síðir kongi tað, ið hann vildi. Kongur setti hann
tá til at vera valdsmaður yvir allar oyjarnar og fekk
honum prestar at skíra fólkið og kenna teimum tað
fremsta í teirri kristnu trúnni. Sigmundur sigldi nú,
hegar ið hann var ferðabúgvin, og ferðin gekst honum
væl. Tá ið hann kom til Føroyjar, stevndi hann
bónd-unum til tings í Streymoy, og har kom stór mannfjöld
saman. Men tá ið tingið var sett, stóð Sigmunđur upp
og hevði upp eina langa røðu og segði frá tí, at hann
hevði verið eystur í Noregi og funnið Ólav kong
Trygvason, segði og, at kongur hevði skipað allar
oyj-arnar í hansara vald; og tóku flestir bøndur væl við
hesunr tíðindum. Tá mælti Sigmundur: »tað vil eg

líkaleiðis gera tykkum kunnigt, at eg havi skift trúgv
og eri nú kristin maður; eg havi og tað ørindi og boð
frá ólavi kongi at snúgva ollum fólkinum til rætta
trúgv.« Tróndur svarar, at hoyrandi mundi vera, at
bøndur talaðu millum sín um tílíkt vandamál. Bøndur
sögdu, at hetta var væl talað; teir gingu nú í annan
stað á völlinum; talar Tróndur nú fyri bóndunum, at
best mundi vera at siga kortanei til hetta boðið, og so
var lokið samráðið eftir ráðum Tróndar, at teir allir
samtykkja í hesum. Men tá ið Siginundur sær, at alt
fólkið er farið til Tróndar og teirra, sum hjá honum
vóru, so at eingir vóru eftir hjá honum uttan hansara
menn, teir ið kristnir vóru, tá mælti hann: »ovmikið
vald havi eg nú fingið Tróndi.« Har eftir tustu
menn-inir hagar, hvar Sigmundur og hansara menn sótu,
hövdu strax vopnini á lofti og hövdu ikki friðalig læti.
Sigmundur og hansara menn sprungu upp ímóti. Tá

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0081.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free