- Project Runeberg -  Lesibók /
68

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

mælti Tróndur: »setist menn niður og láti ikki so
øði-liga! men tað er at siga tær, Sigmundur frændi, at vær
bøndur erum allir samsintir um tað örindi, sum tú
flutti fram, at vær viljum á ongan liátt takn við
siða-skifti ella aðra trúgv, og her munum vær veita tær
atsókn á tinginum og drepa teg, uttan tú heldur av og
játtar osum fyri vissu, aldri síðani at flytja hetta boðið
fram her í oyjunum.« — Og tá ið Sigmundur sær, at
hann kemur ongan veg á sinni um trúnna, og hevði
einki lið at stríða ímóti öllum tí fólki, ið har var
samankomið, mátti hann játta hesurn fyri vitnum og við
handfestu, og har við sögdu teir upp tingið. Sigmundur
sat heima í Skúvoy um veturin og var í döpurhuga
um tað, at bøndurnir hövdu kúgað hann, men hann
læt tað tó ikki finnast á sær.

Átsókn Tróndar á Sigrnund.

So bar til ein dag, tá ið stutt var til vetrar, at
Tróndur savnar menn til sín og fara við honum trinni
tjúgu av monnum, og Trónđur sigir, at teir skulu nú
leitn á fund Sigmundar, sigir seg hava droyint, at nú
mundi verða stýrt honum nær. Teir hövdu tvær skútur
og valt lið; í ferð við Tróndi var Leivur Össursson,
Sjúrður Tollaksson, Tórður lági, Geyti hin reyði,
Stein-grímur (so æt ein bóndi í Eysturoy), Eldjarn
kamb-höttur, sum tá hevði verið leingi hjá Tróndi.
Svínoyjar-Bjarni sat kvirrur, síðan teir Sigmundur sættust. Trónđur
og menn hansara fóru nú til tess, at teir koina til
Skúvoyjar og đraga upp skútur sínar, og teir ganga
nú allir upp, til teir koma at uppgonguni. Skúvoy er
so góð at verja, at teir siga, at hon verður ikki tikin,
tá ið tíju inenn eru til at verja uppgonguna, men at
aldri koma so mangir, at. hon tá kann søkjast. Eldjarn
kambhóttur gekk fyrstur upp nakað framman undan
hinum, og fann vaktarmann Sigmundar í uppgonguni;
teir ruku strax snman, og so var enđin av bardögum
teirra, at teir duttu báðir oman av hamrinum og fingu
har báðir bana. Tróndur og allir hinir ganga nú niðan
til liúsa og sláa ring uni garðin og koma aldeilis óvart

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0082.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free