- Project Runeberg -  Lesibók /
69

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

á teir, at eingi njósn komu unđan teimum; teir brutu
upp hurðarnar. Sigmunđur og allir teir, ið fyri innan
vóru, leypa eftir vopnum; Turið húsfrúin tekur
eis-inni vopn, og er ikki minni dugur í henni enn í
einum-hvörjum kallmanni, Tróndur og hansara fólk bera eld
at húsunum og ætla at søkja garðin bæði við eldi og
vopnum; teir gera nú harða atsókn, og tá ið teir hava
søkt at eina stund, gongur Turið húsfrúin út í dyrnar
og mælti: »hvussu leingi ætlar tú, Tróndur, at berjast
við hövuðleysar menn?« »Satt og sólarklárt man hetta
vera,« svarar Tróndur, »og Sigmundur man vera sloppin
burtur.« Nú gongur Tróndur sólarangt um garðin og
bríxlar. Tróndur kemur nú at jarðhúsmunna, sum var
ikki langt burtur frá garðinum; hann ger nú so, at
hann hevir aðra hondina niðri á jörðini og førir hana
so upp aftur undir nasarnar á sær og mælti tá: »her
hava teir tríjir farið, Sigmundur, Tórir og Einar.« Nú
fer Tróndur so um stund og tevjaði sum hann
snodd-aði spor sum hundur; hann biður teir ikki koma til
sín og fer hann til tess, at liann kemur at eini gjógv,
og hann gongur tvört um oynna Skúvoy. Tá mælti
Tróndur: »her hava teir farið, og man Sigmundur hava
lopið yvir gjónna, hvat so av hinum hevir verið. Nú
skulum vær skifta sundur menn osara,« sigir Tróndur,
»skal Leivur Össursson og Sjúrður Tollaksson fara eftir
gjáareggini fyri annan endan av gjónni og sumt av
liðinum við teimurn, og eg fyri annan endan, og
skul-um vær tá finnast hinumegin gjónna.* Nú gera teir
so; Tróndur mælti tá: »nú stenđur til tín, Sigmundur,
at koma fram, hevir tú dirvi til tess og vil tykjast at
vera so reystur maður, sum tú leingi hevir verið
kall-aður.« Men niðamyrkur var sum mest, og stutt eftir
loypur maður yvir gjónna ímóti Tróndi og höggur við
svörði til Steingríms, nábúa Tróndar, og klývur hann
niður í herðarnar, og tað var Sigmunđur; hann loypur
strax övutur aftur yvir gjónna. »Har fór Sigmundur,«
sigir Tróndur, »og eftir teimum skulum vær halda oman
ímóti gjáarmunnanum;« so gera teir, og finnast leir
har allir, Leivur og Tróndur. Sigmundur og felagar
hansara koma nú allir á ein hamar ímóti sjónum og
hoyra nú mannamál allar vegir um seg; tá segði Tórir:
»nú munum vær verja os her sum eydnan verður osum.«
»Ikki eri eg førur at verja meg,« sigir Sigmundur, »tíat

6

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0083.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free