- Project Runeberg -  Lesibók /
70

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

svörðið datt mær úr hendi í áðani, tá ið eg leyp
övut-ur aftur um gjónna, og skulum vær nú leypa her út
av hamrinum og taka til at svimja.« »Gerum, sum tær
líkar,« sigir Tórir. Teir taka nú hesi ráð, leypa har
av hamrinum á sjógvin at svimja. Tá ið Tróndur
hoyrdi brestirnar av teimum, mælti hann: »har fóru
teir nú, og skulum vær taka bát, livar hann fáast kann,
og leita eftir teimum, sumir á sjógv og sumir á landi;«
so gera teir, men finna teir ikki.

Tórálvur Sigmundarson og Sjúrður Tollaksson í Noreg.

Hetta várið var skip farið úr Noregi til Føroyar,
og í tí skipi fóru orðsendingar Ólavs kongs um tað,
at onkur av hirðinonnuin hansara, Leivur Össursson,
Gilli lögmaður ella Tórálvur úr Dímun skuldu koina
úr Føroyjum til hansara. Men tá ið hesi boðini komu
til Føroyar og vóru kunngjörd teimum liar, tala teir
sín ámillum um, hvat undir hesum boðum mundi búgva,
og teir komu allir á samt um tað, at teir hugsaðu, at
kongur inundi viija spyrja toir um tey tíðindi, ið sumum
monnum virdist satt at vera, har mundi hava tilborist
í oyjunum um vanlukkuferðir sendimanna kongs við
teimum báðum skipunum, suin eingin maður var aftur
spurdur upp. Teir tóku tað ráð, at Tórálvur skuldi
fara; hann reiddist tá til og búði út farmaskip, sum
hann átti, og mannaði tað, og vóru har á skipinum
tíju ella tólv menn. Men tá ið teir vóru búnir og
bíðaðu eftir byri, vóru tey tíðindi í Eysturoy ein dag,
ið gott var veður, at Tróndur gekk inn í stovuna, livar
Sjúrður og Tórður og Geyti lógu á beinkinum. ’l’á
mælti Tróndur: »mangt umskiftist á mansins ævi;

sjaldan var tað í okkara ungdóms dögum, at menn,
sum førir vóru til alt, sótu ella lógu inni
góðveðurs-dagar, og ei mundi tað tykjast hinum fyrru monnunum
her líkligt, at Tórálvur úr Dímun skuldi vera storri
reystmenni enn tær eruð. Farmaskipið, ið eg havi átt
og her st.endur i neystinum, ætli eg gerst so fornt, at
tað fúnar undir bráðini; lier er hvört hús fult av ull,
sum liggur ónýtt uttan at vera gjörd í pening; so

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0084.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free