- Project Runeberg -  Lesibók /
72

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ningum teirra, sum hann man hava vitað, at satt er, at
teir eru sekir í, og os hevir verið gruni á, um tey
morð og illvirki, at sendimenn mínir har hava verið
dripnir í loyndum.* Men tá ið kongurin hevði endað
talu sína, tá stóð Sjúrður Tollaksson upp og mælti:
»ikki havi eg talað fyrr á tingum, og eg man tí ikki
vera mikið orðførur, men tó tykist mær stóra neyðsyn
nú bera til tess, at eg svari nakað; eg vil gita mær
til, at røðan, sum kongur nú hevir borið fram, man
vera komin undan tungurótum teirra, sum eru nógv
óvitugari og verri enn hann, men tað skal ikki loynast,
at teir eru sannir óvinir okkara; tað er ólíkliga mælt,
at eg skuldi vilja vera skaðamaður Tórálvs, tí at hann
var fostbróðir mín og góði vinur; men hevði har verið
onnur orsök til ella sakir hövdu verið millum inín og
Tórálvs, tá eri eg so við viti borin, at eg niundi heldur
vilja hava gjört hetta verkið heima í Føroyum enn her,
hvar handarjaðar tygara. kongur, er yvir mær. Nú
vil eg leggja hesa sak frá mær og öllum skipsmonnum
mínum, vil eg bjóða eið til sannindis herum, so sum
lov tykkara setur fyri, men um tygum tykist tað fullari
prógv, tá vil eg bera jarn og vil eg, at tær eruð sjálvir
staddir við undanførsluna.« Men tá ið Sjúrður enđaði
talu sína, vóru mangir sum talaðu við kongin, at Sjúrður
átti at sleppa til undanførslu; Sjúrður tóktist hava
talað væl, og teir sögdu, at hann mundi vera ósekur í
tí, sum honutn var kent um. Kongurin svarar: »um
henda mann kunna meiningarnar vera tvískiftar; er hesin
illgerningurin login uppá hann, rnan hann vera góður
maður, men er ikki so, nian hann vera nakað djarvari
enn dømi munu finnast tii, og tað er ikki ininni gruni
mín, nien tó hugsi eg, at hann sjálvur vil bera sær
vitni herum.* Og eftir manna bøn tók kongur festi
av Sjúrði til jarnburðar, at, hann skuldi koma morgunin
eftir til Lýgru og biskupur skuldi vera staddur har at
døma hann sekan ella ósekan av jarnburðinuni; og
so-leiðis var tingið endað; kongur fór aftur til Lýgru,
men Sjúrður og fylgisneytar hansara aftur í skip sítt;
tá tók brátt at myrkja av nátt. Tá mælti Sjúrður til
fylgisneytar sínar: »satt at siga, eruni vær lier koninir
í stóran vanda og liavum verið fyri niiklari lygn, og
hesin kongur er svikafullur, og tað er eyðsæð, hvussu
osum fer at gangast, um hann skal ráða; fyrst læt hann

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0086.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free