- Project Runeberg -  Lesibók /
73

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

drepa Tórálv, og nú vil hann gera os til óbótamenn;
tað er teimum lítið fyri at villa jarnburðin fyri osum;
nú haldi eg hann vera verst staddan, sum hættir sær
til tess við ein tílíkan mann; nú legst innan úr firðinum
fjallagul; eg ráði til tess, at vær vindum segl várt í
húnar hátt og stevnum út í hav; fari Tróndur sjálvur
annað sumar at selja ull sína, um hann vil, og sleppi
eg nú burt hiðani, tá tykir mær vera vón til tess, at
eg komi aldri aftur til Noregs.« Føroyingunum tóktist
hetta hyggjuráð; teir taka at seta upp segl sítt og lata
ganga um náttina út í hav sum skjótast teir kundu, og teir
lætta ikki, fyrr enn teir koriu til Føroyar, Tróndur læt illa
um ferð teirra, og teir svaraðu honum ikki væl aftur.

Karl tekar imóti skattinum frá Tróndi og frændum

hansara.

Nú koma teir at búð Tróndar, og har stóðu tá
nakrir menn úti. Leivur spurdi, um Tróndur var í
búð-ini; teir sögdu, at hann var inni. Leivur segði, at teir
skuldu biðja liann ganga út: »Karl og eg hava örindi

til hansara.« Men tá ið teir komu út aftur, siga teir,
at Tróndur hevir so illan eygnaverk, at hann kundi ikki
koma út og bað tí Leiv og Karl at ganga inn. Leivur
mælti við fylgisneytar sínar, at teir skuldu fara varliga,
tá ið teir komu inn í búðina: »trongist ikki, og gangi
hann fyrstur út, ið síðst. kemur inn!« Leivur gekk
fyrstur inn og har næst Karl og fylgisneytar hansara
og fóru herklæddir og alvápnaðir, sum skuldu teir í
bardagar. Leivur gekk at teimum svörtu tjöldunum og
spurdi, hvar Tróndur var; Tróndur svarar til og heilsar
Leivi; Leivur tók við heilsu hansara og spurdi, hvört
hann hevði kraft nakran skatt úr Norðuroyjum, og um
hann vildi gera skil á tí silvrinum. Tróndur svarar,
at tað var honuin ikki úr huga gingið, sum hann og
Karl hóvdu talað saman um, og segði, at greiði skuldi
vera gjörd um skattin; »her er ein pungur, Leivur,
sum tú skalt taka við; í honum er silvur.« Leivur
leit seg um í búðini og sá fáar menn har inni; har
lógu menn á beinkinum, men fáir sótu uppi; síðan gekk

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0087.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free