- Project Runeberg -  Lesibók /
74

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Leivur til Tróndar og tók ímóti punginum og bar utar
í búðina har sum ljóst var og stoytti silvur í skjóldur
sín og rørir um í tí við hondini og biður Karl at
hyggja at peningunum; teir litu á eina stund. Tá
spurdi Karl, hvussu Leivi líkaði silvurið. Hann svaraði:
»eg hugsi, at hvór peningur av versta slagi, sum hevir
verið at velja úr í Norðuroyjum, er komin her íinillum.«
Tróndur hoyrdi hetta og mælti: »er ikki silvurið gott?«
Leivur svarar: »nei, minni enn so.« Tróndur mælti:
»ikki eru tá teir frændur mínir smáir skálkar, tá ið
teimum í ongum kann trúgvast; eg sendi teir í vár at
krevja inn skatt um Norðuroyjar, tíat eg havi til einkis
verið førur alt vár, men so hava bøndur givið teimum
mútur fyri at taka falskt silvur upp í skattin, slíkt, ið
ikki tøkt tykist at vera; har næst fert tú nú, Leivur,
at hyggja eftir hesum silvuri, sum goldið er í
land-skuld til mín.« Leivur bar tá silvurið aftur, tók við
einum öðrum pungi og bar til Karls og mettu teir nú
hesar pengar. Karl spurdi tá: »hvussu líkar tær, Leivur,
hetta silvur?« »Illa,« sigir hann, »tó ikki so, at slíkt
ikki verður tikið í viðurlag fyri skuldir, sum
óvanda-liga framman undan hevir verið avgjört um, hvussu
tær rindast skulđu, men ikki vil eg taka hetta fæ Ólavi
kongi til handar.« Maður, sum lá á beinkinum, kastaði
rekkjuváðina av hövdinum og mælti: »satt er tað, ið

fornir hava mælt: so minkar dirvi, sum maður eldist;
so gongur eisini tær, Tróndur, at tú letur Karl hin
mørska reka peningar tínar í nllan dag.« Tað var
Geyti hin reyði, ið so tók til orða. Tróndur leyp upp
við orð Geyta, og varð málreystur og veitti frændum
sínum hörð ámælisorð. Men tá ið hann stedgaði, mælti
hann at endanum, at Leivur skuldi geva honum aftur
hesar peningar; »men tak her við einum pungi, sum
niðursetumenn mínir hava ført mær heim í vár, nren
tó at eg eri dapurskygdur, tá er sjálvs hond hvörjum
hollast.« Ein annar maður reisti seg upp á beinkinuin,
tað var Tórður lági, og mælti: »tað eru óinildar
skorts-fleingjur, vær havum fyri Karl hin mørska, og var vert
at løna honum tað aftur.« Leivur tók við silvrinum
og bar strax til Karls; teir skoðaðu tað. Tá mælti
Leivur: »ikki er neyðugt leingi at skoða hetta silvur;
her er hvör peningur betur enn annar, og hetta fæ
viljuin vær hava; fá tú nú, Tróndur, mann at hjrggja

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0088.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free