- Project Runeberg -  Lesibók /
75

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

eftir, tá ið tað verður vegið.« Tróndur svarar, at
bestan mann, hann kundi fáa fyri seg, tókti honum vera
Leiv sjálvan. Gingu teir tá út Leivur og Karl, og
skamt frá búðini settust teir niður og vógu silvurið.
Karl tók hjálmin av hövdinum og helti tað silvurið í
liann, sum vegið var. Teir sóu tá ein mann ganga
nær til teirra, og hann hevði ein steyr í hendi, síðan
hatt á hövdi, grøna kápu, var skóleysur, hevði línbrøkur
knýttar at beinunum. Hann setti steyrin niður í völlin,
gekk burtur frá og mælti: »akta teg, Møra-Karl, at

steyrur mín verður tær ikki at meini!«

Sætt Føroyingana og Tróndar.

Nú líður veturin av, og menn koma til tings um
sumarið í Streymoy. Nú er tað ein dagin, at teir Gilli
og Leivur ganga frá búðum sínum á eina hædd, sum
var har á oynni, og talast har við, og nú síja teir har
eystur á oynna undir sólini, at upp á tann hövdan, ið
har var, ganga menn og teir ikki so fáir, til tess teir
tekkja tríati menn, har glitra skjöldir fagrir og
prýði-ligir hjálmar, öxar og spjót, og var hetta lið
hermans-ligt til útsjóndar. Teir síja, at ein maður gekk fyri,
stórur og reystligur í reyðum kyrtli, hevði skjöldur
tvílitan, bláan og gulan í hvörjari helft og stórt
högg-spjót í hendi; teir tóktust har kenna Sjúrð Tollaksson.
Næst honum gekk ein førligur maður í reyðum kyrtli
og hevði reyðan skjöldur; fyri vissum tóktust teir kenna
hendan, at tað var Tórður lági; hin triði maðurin hevði
reyðan skjöldur við mansbílæti og stóra öxi í hendi,
og tað var Geyti reyði. Leivur og Gilli fóru nú skjótt
heim í búðir sínar; Sjúrður og hinir komu brátt eftir
hagar og vóru teir allir væl vopnaðir. Tróndur gongur
úr búð síni ímóti Sjúrði og liði hansara, og mangir
menn fóru við honum, og hansara menn allir við
vopn-um. Leivur og Gilli hövdu fáar menn ímóti, livat
Tróndur og hansara lið hövdu, og tað gjördi mestan
munin ímillum teirra, at av Leivs monnum vóru fáir
einir, ið hövdu vopn. Tróndur og frændur hansara
gingu at flokki Leivs og Gilla; tá mælti Tróndur: »so

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0089.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free